Irina Luidi, mamma tvíburarsystrarnar Alessia og Livia, kom í gjár til fronsku oynna Korsika at hjálpa løgregluni at leita eftir gentunum, sum myndugleikarnir í Sveis, Fraklandi og Italia hava leitað eftir í 14 dagar.
Franska løgreglan veit, at pápin, Matthias Schepp, fór til Korsika við gentunum tann 31. januar, men løgreglan veit ikki, um genturnar fóru í land við honum. Sjálvur varð Matthias Schepp funnin deyður í Italia tann 3. februar, tá hann leyp fyri eitt tok.
Ein møguleiki er, at Schepp tveitti genturnar fyri borð á frðini út til Korsika, men ein kvinna hevur sagt løgregluni, at hon sá pápan og genturnar fara í land í Proprimo á Korsika. Hon hevur eisini sagt, at ein kvinna fylgdist við teimum, og hesari kvinnuni leitar løgreglan nú eftir.
Í síðstu viku fekk Irina Luidi eitt bræv frá Matthias Schepp, har hann skrivaði, at genturnar hvíla í friði. Tað tulkar løgreglan sum eina beinleiðis fráboðan um, at genturnar eru deyðar, og at pápin beindi fyri teimum.
Men sambært fronsku tíðindastovuni AFP, hevur Irina Luidi ikki mist vónina um at finna Alessia og Livia aftur. Í gjár fór hon til Korsika at hjálpa løgregluni har at leita eftir teimum.









