Mamman: Birna elskaði lívið

- Hon var stuttlig og góð, sigur Sigurlaug Hreinsdóttir, mamma dripnu Birnu Brjánsdóttir

Íslendska blaðið DV hevur í dag drúgva grein um Birnu Brjánsdóttir, sum fyri tveimum vikum síðani varð dripin. Tveir mans sita í varðhaldi skuldsettir fyri gerðina, teir nokta seg sekar.

Um vikuskiftið hevur minningarhald verið fyri Birnu Brjánsdóttir í Reykjavík, og millum 6000 og 8000 fólk vóru við í haldinum.

- Birna elskaði lívið. Hon var stuttlig og góð, og hon var eitt ljós fyri okkum onnur, sigur Sigurlaug Hreinsdóttir við DV í dag. Mamman sigur, at Birna var ein skemtari, og hon hugsaði nógv um tey, sum vóru rundan um hana. 

DV greiðir frá lívinum hjá Birnu Brjánsdóttir og hevur bæði privatmyndir og videoupptøkur við í greinini, sum kann lesast á netinum.

Her kanst tú lesa greinina í DV.