Mamma skuldi hava perfekta sangin

Eg má lata vera við at hyggja eftir mammu, tá ið eg spæli sangin. Um eg síggi hana, fari eg at gráta, og tað sama ger hon, sigur tónleikarin Uni Debess, sum fyri stuttum skrivaði tann perfekta sangin til mammu sína.

Í desember í fjør kom sjeynda fløgan frá Una Debess á marknaðin. Men hendan fløgan er nakað serligt. Fløgan inniheldur ein heilt serligan sang til mammu hansara og eina kvøðu til deyða pápa hansara. Eina tøkk til ommuna fyri hennara íblástur í barnaárunum, og ein sigandi sang um nýfunna kærleikan hjá Una Debess.

- Hendan fløgan er nakað serligt fyri meg. Hon er ógvuliga kensluborin og hevur nakran sannleikar á, sum hava tikið mær langa tíð at fáa niður á skrift, sigur Uni Debess.


Pápin var besti vinmaðurin

Á fløguni Life is á Picture er eitt lag til mammu Una. Uni hevur arbeitt leingi við hesum lagnum, men ikki fyrr enn nú, er hann nøgdur við úrslitið.

- Eg havi altíð viljað skrivað ein sang um mammu. Eg havi eitt ógvuliga tætt tilknýti til mammu mína, og hon hevur alt at siga fyri meg. Sangurin til hennara er um, hvussu vit bæði fóru ígjøgnum mín uppvøkstur saman, greiður Uni Debess frá.

Tá ið Uni Debess vaks upp, vóru mamman og pápin skild. Tað gjørdi, at Uni fekk eitt serstakliga sterkt tilknýti til mammuna sum foreldur, meðan sterka bandið til pápan mest av øllum var eitt vinalag. Teir vóru bestu vinmenn.

- Eftir at pápi mín doyði, havi eg skrivað nógv um tíðina saman við honum. Tá er tað nógv lættari, tí so er hann ikki her til at móttaka sangin. Tað er altíð lættari at siga okkurt við onkran, sum ikki er her. Men mamma mín er her enn, so tað hevur verið ringt at fáa mínar kenslur fyri henni niður á pappír, sigur Uni Debess.

Sangurin til mammuna skuldi ikki bara vera ein tilvildarligur sangur. Hann skuldi verða perfektur, og hann skuldi vera sigandi.

- Líka síðan eg byrjaði at spæla tónleik, havi eg viljað skrivað ein sang til mammu. Og eg vildi hava, at tað skuldi vera eitt vakurt lag, sum vísti mínar kenslur fyri henni, sigur Uni Debess, sum er sera fegin um, at tað nú hevur eydnast honum.

Sum vera man hevur hesin sangur eisini stóran týdning fyri mammu Una, sum sambært Una grætur hvørja ferð hon hoyrir tað.

- Mamma grætur hvørja ferð, eg spæli lagið. Hon klárar ikki at halda sær, men tað klári eg í veruleikanum heldur ikki. Eg má gera mær ómak ikki ar hyggja upp á hana, tá ið eg spæli sangin, tí so koma tárini trillandi hjá okkum báðum, sigur Uni Debess.


Tá deyðin kemur

Heitislagið á fløguni, Life Is a Picture, hevur Uni skrivað um pápa sín, tá ið hann doyði. Tað snýr seg um, at deyðin kemur eftir einum persóni, og so ta ferðina tann doyggjandi fær, áðrenn farið verður víðari. Lagið endar við, at tann doyggjandi vitjar øll tey støð, hann hevur verið í lívinum, og hyggur síðani aftur á lívið - og sigur farvæl.

- Eg var ógvuliga góður við pápa mín. Hann var mín besti vinur, og vit høvdu eitt sterkt band millum okkum, sigur Uni Debess.

Eisini omma Una hevur havt eina stóra ávirkan á hansara lív. Hóast hon doyði, tá ið Uni var ungur, so minnist hann enn, hvussu omman stimbraði hansara listarliga hugflog.

Hon lovaði honum at gera, júst tað hann vildi, og soleiðis setti hon hol á hansara kreativitet.

- Einaferð lovaði hon mær at gera allan kjallaran um til eitt akvarium. Kjallarin var ikki innrættaður, so eg slapp at grava mold og steinar burtur og royndi síðani at gera eitt akvarium har. Tað riggaði so ikki, men tað var ótrúliga stuttligt og læruríkt, greiður Uni Debess frá.

Hendan ógvuliga persónliga fløgan inniheldur eisini eitt lag um kærleikan, sum Uni Debess hevur funnið í unnustuni Marin í Dali.

Uni býr nú í Keypmannahavn, og orsøkin til tað er, at tað var her unnustan fór.

- Eg flutti niður við kærleikanum. Hon fór niður, og eg varð noyddur at fara aftaná, greiður Uni frá.

Hóast Uni sigur hetta lagið er um kærleika teirra, so vil hann kortini ikki fara so langt og siga, at hetta er lagið hjá Marini.

- Eg havi roynt at gjørt ein sang til hana, men hann er ikki perfektur enn. Men hetta lagið á fløguni - Take my Hand – skrivaði eg, tá ið hon fjakkaði, og tað er um kærleikan hjá okkum, sigur Uni Debess.

7. juni fer Uni Debess at hava útgávukonsert í Norðurlandahúsinum, og hetta kvøldið gleðir hann seg nógv til.

Við einari serstakliga persónligari fløgu í hond, fer Uni hetta kvøldið at syngja um kærleikan, deyða miss og eydnusemi.