Mamma hevur Alzheimers

Í kvøld klokkan 20, eftir føstugudstænastuna í Hvannasunds kirkju við Pól Johannessen, trúboðara, verður øðrvísi fyrilestur í kirkjuhúsinum undir heitinum "Mamma hevur Alzheimers".

Í kvøld klokkan 20, eftir føstugudstænastuna í Hvannasunds kirkju við Pól Johannessen, trúboðara, verður øðrvísi fyrilestur í kirkjuhúsinum undir heitinum "Mamma hevur Alzheimers".


Tað er Jonhard Larsen, sum fer at greiða frá um sjúkuna Alzheimers, sum mamma hansara fekk, tá ið hon var einans 62 ára gomul.

Tað eru fáir dagar, har Jonhard ikki hugsar: “Hvat nú, um eg fái hesa ræðuligu sjúku?” Enn er Alzheimers fongd við nógvari skomm, og tí er tað sera umráðandi at greiða fólki frá um sjúkuna. Samstundis sum menniskju liva alsamt longri, veksur talið av demenssjúklingum.

Mamma Jonhard er nú 74 ára gomul og býr á Sambýlinum á Heygnum í Klaksvík.

Tiltakið er alment.