Mamma Bouazizi skal í rættin

Mamma tunesiska fruktsølumannin Mohamed Bouazizi, sum byrjaði tað demokratiska várið í Norðurafrika við at seta eld á seg, hevur fingið boð um at møta í rættinum. Manoubia Bouazizi, sum er 60 ára gomul, er skuldsett fyri at hava niðrað ein tunesiskan dómara, og fyri tað kann hon fáa ein mánað í fongsli.

Tíðindini um skuldsetingina hava vakt stóran ans, tí fólk í Tunesia og aðrastaðni hava ikki gloymt 26 ára gamla son hennara, sum setti eld á seg í desember í 2010 fyri at mótmæla líkasæluni hjá myndugleikunum. Hann doyði á sjúkrahúsi av brunasárunum (myndin), og deyði hansara gjørdist byrjanin til uppreisturin í Tunesia, sum endaði við, at Zine al-Abidine Ben Ali mátti fara úr forsetaembætinum, sum hann hevði havt í 23 ár.

Uppreisturin í Tunesia breiddi seg til fleiri arabisk lond og rak millum annað einaræðisharrarnar Muammar Gaddafi og Hosni Mubarak frá.