Miriam Makeba, sum var kend undir navninum "Mama Africa", kendi seg illa aftan á eina konsert í Italia í gjárlvøldið. Hon bleiv alt fyri eitt flutt á sjúkrahús, og har doyði hon í nátt.
Miriam Makeba, sum var fødd í Johannesburg í 1932, gjørdist kend, tá hon og suðurafrikanski bólkurin The Manhattan Brothers vóru á konsertferð í USA í 1959.
Hon stríddist ímóti tí hvíta apartheid-stýrinum í Suðurafrika og noyddist at búgva í útlegd í 31 ár.