Tey fyrstu árini, Malvinus koyrdi tangabil, var tað J. F. Kjølbro, sum umboðaði Shell í Klaksvík. Tá ið felagið sjálvt yvirtók virksemið, og oljutangarnir vórðu fluttir av Kósini og norður á Grønaból, har góðshavnin nú er, fylgdi Malvinus við.
Nógvu tey fyrstu árini kundu tað vera boð eftir Malvinusi og oljubilinum allan sólarkringin og bæði gerandis og heilagt. Malvinus hevur verið sera trúgvur á arbeiðsplássinum. Dagarnir, sum hann hevur verið burturi frá, eru ikki nógvir. Hann hevur altíð verið stundisligur, og tað hevur ikki verið klokkan men uppgávan, sum hevur gjørt av, nær arbeiðsdagurin var liðugur.
Malvinus er røkin, stillførur og fryntligur. Hetta eru eginleikar, sum koma væl við, tá ið tú í arbeiðnum hevur nógv við fólk at gera. Nú eru tað longu nógv ár síðani, at Malvinus gavst at koyra oljubil. Hann var deildarleiðari fram til 2003, og nú fæst hann við aðrar uppgávur hjá Shell í Klaksvík.
Malvinus er føddur 14. september í 1941 og verður sostatt 65 ár í heyst. Hann er giftur Petru fødd Jacobsen og ættað av Morskranesi. Hon búði eisini á Strondum, áðrenn hon flutti til Klaksvíkar. Í fleiri enn 40 ár hevur hon arbeitt á Sjómansheiminum, og har er hon framvegis. So ikki kann sigast annað, enn at tey bæði hava verið trúgv móti sínum arbeiðsplássum.
Petra og Malvinus búgva í Víkunum, og tey eiga fimm børn. Høgni, Atli, Eli, Súsanna og Marta. Høgni býr í Oyndarfirði, Alli, Eli og Marta búgva í Klaksvík, og Súsanna býr í Slagelse. Abbabørnini eru níggju í tali.
Malvinus plagdi at dáma væl at vera á floti, eftir at hann var lagstur uppi og í eitt ár hevði koyrt kol, áðrenn hann fór í starv hjá Shell. Frammanundan hevði hann verið til skips við Skálabergi. Hann lærdi til skipara, og í eitt ár var Malvinus bestimaður við línubátinum Nónhamri (nú Helena), sum Innistovumenninir áttu, og sum Jaspur Klakkstein førdi.
Børnunum og barnabørnunum verður stórur ansur sýndur, og tey bæði Petra og Malvinus síggjast ofta at ganga túr við hundinum.
Foreldrini hjá Malvinusi vóru Sanna og Heini Hansen. At arbeiða hjá Shell gongur aftur í familjuni. Heini koyrdi oljubil, nú hevur Malvinus arbeitt í 40 ár hjá Shell, og sonurin, Eli, koyrir oljubil hjá Shell í Klaksvík.
40 ára starvsdagin hjá Malvinusi verður móttøka í Klingruni millum klokkan 15 og 17.
H