Mallorka er á grøna listanum hóast nógva smittu

Tað verður mett ráðiligt at ferðast til Mallorka, hóast nógv eru farin í sóttarhald aftaná eitt smittuútbrot - í morgin byrjar Atlantsflog at flúgva har til

Mallorka verður ikki roknað sum ein smittubumba, hóast nógvir nýggir tilburðir eru staðfestir har um vikuskiftið. Í øllum førum ikki av myndugleikunum. Mallorka er nevniliga enn á grøna listanum av londum, sum almennu myndugleikarnir meta eru ráðilig at ferðast til. 

 

Fleiri túsund fólk eru farin í sóttarhald, aftaná smittan hevur breitt seg millum fleiri ung sponsk lesandi, sum eru farin til Mallorka at ballast. Talið av smittaðum tannáringum er sambært TV2 hækkað við meira enn 200, sum vil siga, at tað sunnudagin vóru væl fleiri enn 800 fólk við koronu. 

 

Atlantsflog hevur seinastu tíðina havt nógv at gera at avgreiða bíleggingar, men tey halda ikki, at orsøk er til at stúra fyri hesum smittuútrbrotinum, tí tey fylgja almennu tilmælunum - sum í løtuni meta tað vera í ordan at ferðast til Mallorka. Í morgin verður fyrsti túrur úr Føroyum til Mallorka í ár.

 

Í tíðindunum á FM1 í gjár greiddi Árni Olsen, sølu- og marknaðarstjóri í Atlantsflogi, frá. Hoyr samrøðuna HER.