Málkongurin Hans Lindberg hevur skrivað Bundesliga-søgu

Hans Lindberg hevur tikið metið hjá Yoon Kyung-shin sum mest skorandi spælari í týsku Bundesliguni.

 

Hans Lindberg er mest skorandi spælari í Bundesliguni nakrantíð. - Foto: Anke Waelischmiller/Sven Simon/Ritzau Scanpix

Við stórum stavum hevur Hans Lindberg skrivað seg inn í týsku hondbóltssøgubøkurnar. 

Í gjárkvøldið skoraði hálvi føroyingurin 12 mál fyri Füchse Berlin ímóti GWD Minden, har teir vunnu 42-35, og harvið er hann mest skorandi spælari í Bundesliguna nakrantíð.

Næsta kappingarár fer føroyski landsliðsleikarin Hákun West av Teigum at spæla við Füchse Berlin, so tá verður hann liðfelagið við hálva føroyingin Hans Lindberg.

Yoon Kyung-shin hevur við 2905 málum havt týska metið, sum 41 ára gamli høgravongurin úr Danmark nú hevur einsamallur. Longu tá hann hevði skorað 11 mál, var metið heima. Nú er metið 2907 mál.

Suðurkoreanski Yoon Kyung-shin spældi frá 1996 til 2008 fyri VfL Gummersbach og HSV Hamburg, har hann spældi seinasta dystin í 2007/08 kappingarárinum.

Í sama kappingarári kom Hans Lindberg til felagið, og teir báðir spældu saman, tá danski høgrivongurin fór at skora mál í hópatali.

Suðurkoreanarin hevur fyri stuttum sagt, at metið fór at verða tikið.

– Tá tann tíðin kemur, so fari eg at ynskja Hans hjartaliga tillukku, segði hann sambært miðlinum Handball World.

– Eg spældi saman við Hans í eitt ár í Haburg, og vit høvdu tað gott saman, sjálvt um eg kanska ikki altíð var tann besti høgrabakkurin hjá einum høgreveingi, sigur hann og sipar til, at hann royndir sjálvur, áðrenn hann hugdi út á veingin.

– Eg eri fegin um, at tað er ein, sum eg havi respekt fyri og sum mær dámar, sum tekur metið hjá mær, sigur suðurkoreanarin.

Hans Lindberg spældi fyri HSC tio 2016, tá felagið fór á húsagang og koyrt niður úr deildini í Bundesliguni.

Áðrenn húsagangin hevði Hans Lindberg longu skorað nógv mál fyri HSV í kappingarárinum, men tey málið vórðu ógildað. Harvið hevur Hans Lindberg óalment langt síðani tikið metið.

Tá HSV fór á húsagang, stóð Füchse Berlin til reiðar við einum sáttmála til hansara, go síðani heur hann spælt fyri felagið.

Tað var ætlanin, at Hans Lindberg skuldi gevast í Füchse Berlin eftir hetta kappingarárið, tí felagið ikki vildi leingja samstarvið. Føroyski høgrivongurin, Hákun West av Teigum, sum skiftir til felagið í summar, spælir á sama plássi sum Hans Lindberg.

Men síðani er hetta broytt, og Hans Lindberg verður við eitt kappingarár afturat í týska hvøuðsstaðnum, áðrenn hann á sumri næsta ár fer heim til Danmarkar at spæla fyri felagið Høj Elite, sum nú spælir í 1. deild. Har hevur føroyingurin Rói Berg Hansen, og komandi kappingarár verður landsliðsmálverjin, Pauli Jacobsen eisini at síggja á liðnum.

Harvið kann Hans Lindberg útbyggja metið, sum verður næstan ógjørligt at taka.

/ritzau/

 

Hans Lindberg er mest skorandi spælari í Bundesliguni nakrantíð. - Foto: Anke Waelischmiller/Sven Simon/Ritzau Scanpix