14. september fáa sviar møguleika at ogna sær fløguna hjá Malin Zachariassen, sum fyri einum ári síðani varð givin út í Føroyum. "Drekka av vatninum" var heitið á fløguni, og hon hevur selt hampuliga væl. 700 av teimum 1000 eintøkunum eru tikin av hillunum higartil.
Talan er um somu fløgu, ið nú eisini verður givin út í Svøríki. Tónleikurin frá fyrru útgávuni er goymdur, og hann er nú nýttur umaftur. Bara sangurin er sungin umaftur. Til tað hevur plátufelagið fingið nakrar norskar sangarar til vega. Malin hevur verið í einum upptøkuhøli í Noregi og sungið saman við teimum. Hetta eru fulltíðar tónleikarar, sum bara fáast við at syngja. Norsku sangararnir syngja tó bara bakgrundsrøddirnar, meðan Malin framvegis er høvuðssangarin á fløguni. Upptøkurnar vórðu gjørdar fyri trimum mánaðum síðani.
Alt var klárt
Malin hevði ikki stórt stríð við at umseta orðini til hesa nýggju útgávuna, tí alt lá klárt frammanundan.
- Eg hevði í veruleikarnum umsett allar sangirnar til svenskt, áðrenn teir vóru sungnir inn á føroyskum, tí eg hugsaði tá, at kanska var eisini møguleiki fyri eini svenskari útgávu einaferð seinni, sigur Malin Zachariassen.
Malin skuldi bara fínpussa sangirnar og málberingina, og til tað fekk hon góða hjálp frá foreldrunum. Alt tilfarið lá tískil meira ella minni klárt áðrenn. Malin hevur sjálv skrivað tekstirnar til allar sangirnar á fløguni.
Tað er Marcus Musik, sum stendur fyri útgávuni, og teir taka sær av útbýting og marknaðarføring av fløguni í Svøríki. 3000 eintøk verða prentað í fyrsta upplagi.
Avtalan millum Malin og Marcus Musik kom í lag, við at ein vinmaður hennara hoyrdi fløguna í Svøríki. Hann arbeiðir hjá Marcus Musik, og Malin varð síðani ringd upp av teimum. Hon hevur tískil ikki sjálv gjørt serliga nógv burturúr sær í Svøríki. Aðrir útgevarar lógu eisini framvið, men Marcus Musik gjørdi mest burturúr, og tí skrivaðu tey undir við tað felagið.
Tað er stórur marknaður fyri andaligum lovsongstónleiki í Svøríki, og tí hava tey góðar vónir. Nøkur eintøk koma óivað eisini hendavegin, so føroyingar eisini kunnu ogna sær fløguna á svenskum.









