Málið um sammøður samtykt – Annika Olsen atkvøddi fyri

Við 17 atkvøðum fyri og 16 ímóti hevur Løgtingið samtykt øll trý málini um sammøður

Løgtingið hevur samtykt tey trý málini hjá andstøðuni um sammøður við 2. viðgerð. Tað eru tey trý málini um rættindi til samkynd, sum stríð hevur staðið um, tí Miðflokkurin hevur boðað frá, at verða málini samtykt, so er eingin samgonga.

 

Og málini eru samtykt.

 

Málini vóru samtykt við teimum 15 atkvøðunum hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn og við atkvøðunum hjá teimum báðum samgongufólkunum Johan Dahl og Anniku Olsen.

 

Tvey av málunum, LM-013/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barsilsskipan (Barsilslógin) (Sammøður javnsettar við pápar) og LM-015/2021 - Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um børns retsstilling, lov om arvelov, lov om forældremyndighed og samvær og lov om anerkendelse af nordiske faderskabsafgørelser (Sammóðir) skulu samtykkjast við 3. viðgerð, áðrenn tey eru endaliga avgreidd í Løgtinginum.

 

Niðanfyri sæst, hvussu atkvøðugreiðslan var í Løgtinginum í dag.

 

Hesi atkvøddu fyri uppskotinum:

 

Annika Olsen, Fólkaflokkurin

Bjarni Kárason Petersen, Framsókn

Ruth Vang, Framsókn

Aksel Vilhelmson Johannesenm Javnaðarflokkurin

Bjarni Hammer, Javnaðarflokkurin

Djóni Nolsøe Joensen, Javnaðarflokkurin

Eyðgunn Samuelsen, Javnaðarflokkurin

Henrik Old, Javnaðarflokkurin

Ingilín Didriksen Strøm, Javnaðarflokkurin

Jóhannis Joensen, Javnaðarflokkurin

Johan Dahl, Sambandsflokkurin

Beinta Løwe Jacobsen, Tjóðveldi

Bjørt Samuelsen, Tjóðveldi

Hervør Pálsdóttir, Tjóðveldi

Høgni Hoydal, Tjóðveldi

Páll á Reynatúgvu, Tjóðveldi

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

 

Hesi atkvøddu ímóti:

Beinir Johannesen, Fólkaflokkurin

Brandur Sandoy, Fólkaflokkurin

Christian Andreasen, Fólkaflokkurin

Heðin Zachariasen, Fólkaflokkurin

Jákup Mikkelsen, Fólkaflokkurin

Jógvan á Lakjuni, Fólkaflokkurin

Uni Rasmussen, Fólkaflokkurin

Bill Justinussen, Miðflokkurin

Steffan Klein Poulsen, Miðflokkurin

Edva Jacobsen, Sambandsflokkurin

Erhard Joensen, Sambandsflokkurin

Frimodt Rasmussen, Sambandsflokkurin

Helgi Abrahamsen, Sambandsflokkurin

Jaspur Langgaard, Sambandsflokkurin

Rósa Samuelsen, Sambandsflokkurin

Kristin Michelsen, Sjálvstýri