Málið um Jørgen Niclasen er ikki avgreitt enn. Tað staðfestir Bárður Nielsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin. Á Rás á miðdegi í dag staðfestir hann, at eftir hansara tykki hevur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, og formaður sambandsfloksins, ikki gjørt tað, sum er best fyri Sambandsflokkin.
Hann heldur, at tað er sjálvsagt, at landsnevndin hjá Sambandsflokkinum verður kallað saman at viðgera støðuna.
Hann sigur, at orsøkin til, at hann og aðrir tinglimir fyri Sambandsflokkin, ikki atkvøddu fyri uppskotinum um misálit, er, at samgongan eigur sjálv at sópa fyri egnum hurðum og at loysa málið innanhýsis.
Hann sigur, at niðurstøðan í tingbólkinum er, at hetta er ikki eitt mál, sum hoyrir heima í Sambandsflokkinum, men at hetta er eitt mál, Fólkaflokkurin eigur og má loysa. Tí ørkymlar tað hann, at løgmaður nú boðar frá, at einki hendir. Hann sigur, at sterka resktiónin frá lokalfeløgunum sigur alt um, hvussu fast tað, sum er hent, nívur sambandsfólk, tí so kraftig plaga reaktiónirnar ikki at vera.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Bárð Nielsen lýsa málið, soleiðis sum hann sær tað. |










