Longu í 1996 sá bygningssnikkarin í Norðragøtu, Tummas Jákup Thomsen, fyri sær, at boripallar einaferð í tíðini fóru at gerast partur av umhvørvinum inni á Skálafjørðinum.
Tummas Jákup, sum er føddur í 1962, hevur málað síðan hann var blaðungur, og longu sum 14-15 ára gamal var hann fyrstu ferð við á eini framsýning í fimleikarhøllini í Fuglafjarðar skúla.
- Fá ár eftir hetta hevði eg mína fyrstu framsýning í Smiðjuni í Lítluvík í Havn, og hesaferð var eg einsamallur. Síðan tá havi eg havt nógvar framsýningar, bæði í Føroyum og í Danmark, har eg havi búð í fleiri ár, men eisini í øðrum londum.
Hann vísir á, at miðskeiðis í nítiárunum hevur helst verið væl av práti í Føroyum um olju, og hvat ein møgulig oljuvinna kann fara at kasta av sær til føroyska samfelagið.
- Eg hugsaði, at hetta ivaleyst fór at broyta samfelagið rættiliga nógv, og eg hugsaði eisini víðari um Skálafjørðin sum oljuútgerðarhavn og Skála Skipasmiðju sum tænastumiðstøð í slíkum virksemi.
Tummas Jákup Thomsen sigur, at norski boripallurin, sum hann málaði og sum á málninginum liggur út fyri bygdini Skipanes, var hin størsti pallurin í heiminum um hetta mundið.
- Eg royndi at seta henda pallin inn í rætt støddarperspektiv við eina lítla føroyska bygd sum Skipanes.
Hann sigur, at hann antin í 1996 ella í 1997 hevði eina listaframsýning, sum hann kallaði oljumálningar, og við á hesi framsýning var eitt nú málningurin av boripallinum, sum liggur út fyri Skipanesi.
- Eg málaði eisini ymiskar tangar, syllindarar og annað, sum hevði tilknýti til olju, og eg minnist, at hesir tangar vóru bláir á liti. Tí er tað eisini eitt sindur serstakt, at stóru tangarnir hjá ASB (Atlantic Supply Base) í Runavík, júst eru bláir á liti.
Tummas Jákup Thomsen fylgdi - sum so mong onnur - forvitin við stóra oljupallinum, sum kom inn á Skálafjørðin seinnapartin í gjár.
- Eg koyrdi mær ein túr til Rituvíkar at hyggja, og eg var eisini niðri á støðni í Æðuvík. Á vegnum avmyndaði eg ein føroyskan bát á lendingini við stóra oljupallinum í bakgrundini.
Hann vísir á, at hin gamli føroyski báturin hevur verið góður og hevur mettað mangan, og tá hann sá velduga stóra oljupallin nærkast, hugsaði hann, um tað í framtíðini kanska verður oljan, sum fer at verða grundarlagið undir okkara samfelag.
- Tað var í sínari tíð pápabeiggi mín, Heri Thomsen, sum keypti málningin til sína fyritøku. Tá fyritøkan hjá honum varð keypt av Faroe Ship, fylgdi málningurin við, og eg havi skilt, at hann nú hongur hjá Faroe Ship, sigur Tummas Jákup Thomsen í Norðragøtu.
Myndina av málninginum hjá Tummas Jákupi Thomsen tók Sigmar Mørkøre.










