Í næstum verða samráðingar millum strandalondini sum eru knýtt at makrelfiskiskapi á triðja sinni. Endamálið er at fáa eina semju um eina felags skipan fyri norðuratlantiska makrelstovnin.
Sambært tí sum norska Reiðarafelagið sigur, fara umboðini fyri ES og Noreg at biðja Ísland og Føroyum um at vísa ábyrgd í krøvum sínum.
Ein teirra sum er við til samráðingarnar er Audun Maråk, sum er stjóri í felagnum hjá skipaeigarunum Fiskebåt.
Hann sigur, at føroyingar og íslendingar hava økt sín part av fiskiskapinum, bæði uttan fyrilit og uttan ábyrgd, úr 6 prosentum í 2006 til 45 prosent í 2011.
- Framferð teirra er í stríð við burðardygga fyriskipan av makrelstovninum, og sum Noreg og ES altso gera. Hesin mátin má steðgar, stendur at lesa í eini fráboðan frá samlaðu fiskivinnuni í Noregi og ES.
Sagt verður, at við tær komandi samráðingarnar verður eitt gott høvi at leggja trýst á føroyingar og íslendingar fyri at fáa tey at virka við ábyrgd.
- Vit finna okkum ikki longur í, at hesi bæði londini eru í ferð við at oyðileggja makrelstovnin. Hetta skal steðgast nú, sigur Audun Maråk undan samráðingunum, sum verða í Írlandi.