Makreleufori meðan heimaflotin er niðurpíndur

Frank Davidsen
----

Kann ikki lata verða við at hugsa um Sólkongin, haldi tað var Ludvig fjúrtandi, tá ein sær, hvat ið gongur fyri seg her á landi hetta Harrans ár 2012. Onkur skal hava sagt, gevi fólkinum sjónleik í staðin fyri breyð.
Og tað kann sigast, at fólkið her fær ein sjónleik, ið neyvan er sæddur fyrr á klettunum. Somu menn sum nú sita og býta út milliarda virðir av havsins tilfeingi, hava samstundis misrøkt okkara fiskiveiðuskipan seinastu 10 - 15 árini, soleiðis at tann vitali og heilt avgerandi partur av okkara heimaflota liggur í andaleypi.
Umsetiligheitin var lyklaorðið, so skjótt teir komu fram at í fiskimálaráðnum í 1998. Nú skuldu allar gamlar dangur, sum bara lógu og bíðaðu eftir at vera søktar á havsins botn rísa upp sum fuglurin føniks. Og fyri at tað ikki skal vera lygn, so vóru tær dangur, sum av órøkt og líkasælu vóru endaðar sínar dagar á havsins botni, tær skuldu eisini fáa ein avgerandi leiklut í umsetiligheitini, ið var gandaorðið í fiskivinnupolitikki Fólkafloksins anno 1998.
Tað tyktist eisini verða tann rami gandur, tí frá einum degi til annan burtur úr gomlun og soknum dangun sum ikki høvdu havt so mikið sum eina líkinda setu í áratíggju, so vóru tað fleiri milliónir av húkun, ið nú knappliga vóru spolaðir aftur av hekkuni av einum sokallaðum fiskiflota, ið snidlingar Fólkafloksins høvdu skapt burtur úr ongum, einum flota, sum kom at taka grundarlagið undan tí flota, sum fiskiveiðiskipanin varð bygd á. Fiskiloyvir frá 30 - 40 tonsarum vóru løgd saman, og hokus pokus so kundi tú leggja frá landi við einum veiðitólið, ið hevði eina tíggjufaldaða veiðiorku mótvegis tí veiðitólið, sum fiskiloyvi var keypt frá.
Hetta fyribrigdi at umgangast eins og úthola lógina er skjaldramerki hjá tí føroyska Fólkaflokkinum. Her verða allar snildir nýttar, og tað er líkasum at óreigiligheitin hjá flokkinum er smittuberandi.
Ja sjálvt umsitingin har landsins lógir verða settar í verk fær ikki eitt bein til jørðina, tá lógarverk skulu fremjast. Verður ikki gjørt eftir boðum frá oddvitunum í Fólkaflokkinum, ja so fær sama umsiting harraboð, sum beinleiðis prógvar at tað føroyska rættarsamfelagið er við at fara út av eggini.
Upp á »forventet fangst« sita nú somu menn og skalta og valta við makrelkvotuni, soleiðis sum teir sjálvir finna fyri gott. Nei her er ikki neyðugt við nøkrum kriterium, tí teir eru jú serkønir á fiskivinnuøkjunum. Makrelurin hevur sum aðrir fiskar stert, so broytist ferðingarmynstrið hjá hesum stovni, kann úrslitið hjá jólamanninum úti í Fiskimálaráðnum gerast soltið. Tá so stóru klientarnir hjá sama fiskimálaráðharranum ikki eru nøgdir, men krevja at fáa dupult so stóra jólagávu, hálsar hann brádliga um. Nú finnur hann í tólvta tíma út av, at vit hava nóg mikið av móttøkuorku á landi soleiðis, at tað ikki verður neyðugt við móttøkuskipum á makrelfeltinum. Við ongari uppboðsølu og ongum móttøkuskipi á feltinum kemur tilvildin at ráða, bæði hvat viðvíkur prísi eins og góðsku. Sum skilst so er tað avgerandi fyri góðskuna, at hálini verða stutt, eins og túralongdin er avmarkað. Tað verður ikki smávegis tal av skipum, sum vegna tað eru noydd at sigla langan tein inn at avreiða við avmarkaðari nøgd. Hvat nú um somu skip koma at liggja í kø í fleiri dagar orsakað av at móttøkuorkan ikki er roknað til hesi skipini, mótvegis nótaskipunum, sum pumpa teirra veiðu í land.
Vónandi verður alt tilfeingið fingið til høldar sum matfiskur, tí sum tað er sagt fyrr, so verður tað bensin á bálið hjá Noreg og ES, um partar av makrelveiðuni fer til skittfisk.
Livst so spyrst.