Maibritt tekur yvir eftir Una í Kyndli

Kvinnurnar avloysa menninar í leiðsluni í hondbóltsfelagnum.

Í gjár var aðalfundur í hondbóltsfelagnum Kyndli, har millum annað nevndarval var á skránni. Talan gjørdist um ein sermerktan fund, tí stórar broytingar vórðu gjørdar í nevndini.


Oddamenninir seinastu árini, Uni Arge og Tórður Patursson, valdu nevniliga at takka fyri seg í nevndin og stillaðu ikki uppaftur. Í teirra stað vórðu tvær kvinnur valdar til oddasessirnar í nevndini, og verða tað Maibritt Johannesen og Ussa K. Hansen, ávikavist nýggj forkvinna og nýggj næstforkvinna, ið skulu standa á odda fyri felagnum næsta árið.


Nýggja nevndin hjá felagnum er nú Maibritt Johannesen, forkvinna, Ussa K. Hansen, næstforkvinna, Dánial Jakobsen, kassameistari, Eyðfinn Guttesen, skrivari, Salua Manai, nevndarlimur, Christoffur Gert Nielsen, nevndarlimur, og Ásbjørn Nattestad, tiltakslimur.