Magni skal fáa HB í form

Tað legst afturat venjaratoyminum hjá HB. Nýggjasta navnið er Magni Mohr

HB hevur kunngjørt, at Magni Mohr verður partur av venjaratoyminum hjá HB í uppstartinum. Høvðusvenjari er Jan Dam, meðan Albert Ellefsen verður hjálparvenjari.

 

Les eisini:Miðverji heldur ikki fram í HB

 

- Magni Mohr, doktari, seniorgranskari og lektari á Fróðskaparsetrinum, skal verða við, saman við Jan Dam og Albert Ellefsen, at fáa okkara vaksnu menn í rætta fysikska formin til komandi kappingarár. Teirra venjing byrjar longu um stutta tíð. Magni verður tó, í fyrsta umfari, bara partur av uppstartinum til komandi kappingarár, skriva heimasíðan hjá HB.

 

Umframt tað, so verður eisini kunngjørt, at Milan Cimburovic aftur verður høvðusumdómsvenjari fyri komandi ár.

 

Les eisini:Hesin heldur ikki fram í HB

 

- Hóast ein ávísur ivi hevur verið um framtíðina, hevur hann tikið avgerð um, og er komin ásamt við HB um, at taka eitt tørn afturat, skrivar heimasíðan.

 

Eisini verður boðað frá, at Allan Dybczak heldur fram sum venjari hjá næst besta liðnum.