Magni Laksafoss ger tað hann skal – men hvar finna vit ryggin, sum bera skal?

Um mátin er so væl umhugsaður, skal eg ikki siga, men tað kennist sum eitt frískligt lot í politiska rúminum, nú valdeymurin er við at forpesta politisku luftina

Men eg eri fullvísur í, at Magni veit, at talan ikki er um at ávísir flokkar – hvørki í samgongu ella andstøðu – sum eru fyri og ímóti tí, hann búskaparpolitiskt vil skal henda. Magni veit eisini, at mótstøðan hann fær minst líka nógv er at finna innanhýsis í hansara egna flokki.

Eg veit í hvussu so er, at fyri mær er onki nýtt í tí, sum ført verður fram, men eg eri púra samdur í, at ávaringarljósini, sum nú blinka bjart, skulu takast í fullum álvara.

Ein og hvør búskapur krevur røkt alla tíðina. Neyðug tiltøk skulu tryggja, at búskapargongdin verður so jøvn sum gjørligt. Hetta megnaði samgongan at gera, tá hon kikkstartaði búskapin fyri fýra árum síðan. Eins natúrligt er tað, at samgongan nú tekur ferðina av.

Vit eru flest øll samd um, at ongin búskaparkreppa er ávegis. Tað kennist undarligt, at vit í Føroyum onki málbari hava um vanliga búskaparrøkt. Vit hava bara tvey barometur – antin tosa vit um kreppu, tá tað gongst illa, ella um kreppu, tá ið tað gongst væl.

Stórt undirskot er á handilsjavnanum, og gjaldsjavnin er eisini negativur.

Vit vita, at arbeiðsorka er ikki í landinum at nøkta tað virksemi, sum tað privata og tað almenna longu hava. Tí er tað ikki rættur og ábyrgdarfullur fíggjarpolitikkur at økja virksemið enn meira nú.

Ein ávísur bati verður vónandi, nú landsstýrismaðurin í innlendismálum fer at gera tað lættari hjá útlendskari arbeiðsorku at røkka føroyska arbeiðsmarknaðinum. Tað kann kanska taka nakað av trýstinum í nøkrum vinnum, men ikki nóg mikið til at økja um samlaða virksemið.

Tað hevur verið mett skilagott, at tað almenna heldur aftur í íløgunum tá privata íløguvirksemið er stórt, og øvugt tá privata virksemið er lágt. Hetta fyri at javna og drýggja peningin, so sum mest fæst fyri hann. Hetta eigur enn at vera gott latín.

Fíggjarlógin hevur í hesum samgongutíðarskeiðnum verið hildin í einum sunnum afturhaldandi vøkstri. Men fíggjarlógin fyri 2007 vísti týðilig tekin um, at fasta takið var farið at vikna. Fíggjarlógin fyri 2007 vaks nevniliga dupult so nógv, sum hon hevði gjørt árini frammanundan.

Vit vóru nakrir fáir tingmenn, sum frá tingsins røðarapalli ávaraðu móti tí, sum hendi hendan myrka decemberdag 2006. Men vit vóru enn færri, tá rossahandlarnir vóru fingnir frá hondini.

Tá fíggjarætlanin fyri 2008 skal snikkast til, og allar ætlaninar eru komnar á borðið, er tað mín sannføring, at vit ikki sleppa undan at hava ávarðingarljósini í huga.

Loyvi mær at ivast í, um ryggur finnist til heystar í tinginum at gera tað, sum neyðugt er. Vit vita at fíggjarlógararbeiðið verður ein opin bardagi og at langtfrá øll fáa síni ynskir uppfylt. Mest sannlíkt er tí, at ongin fíggjarlóg kemur, men at vit semjast um eina provisoriska.

Spurningurin, sum løgmaður eigur at seta sær er, um vit ikki eiga at spara okkum fyri øllum hesum og útskriva val í heyst.

 

Hvar bleiv minkingin av danska blokkinum av?

Eg saknaði á fasitlistanum hjá Magna minking av blokkinum, sum eitt av búskapartiltøkunum at fremja.

Herfyri var Magni nevniliga í bløðunum og mælti til at lækka blokkin fyri at taka orku úr búskapinum.

Eg dugi ikki at síggja henda møguleika nevndan á fasitlistanum fyri búskaparligu inntrivunum.

Eg haldi, at Magni ger tað, sum hann eigur at gera sum landsstýrismaður. Nú er bara at finna ryggin í politisku skipanini, sum vil vera við til at halda búskapin á rættari kós. Magni skal ikki ivast í mær.