- Lat meg gera tað púra greitt fyri øllum: ognarskattur kemur ikki upp á tal.
So avgjørdur er Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. Orsøkin er at partamaður hansara, tinglimur Sambandsfloksins, Magni Laksáfoss, í gjár segði við Kringvarp Føroya, at ognarskattur kundi verið eitt gott vápn í stríðnum fyri at fáa betri bústaðarmøguleikar í Føroyum.
- Hetta er ikki sambandspolitikkur, og tað verður heldur ikki sambandspolitikkur, sigur formaðurin.
Seinastu tíðina hevur Kringvarp Føroya varpað ljós á vantandi bústaðarmøguleikarnar í landinum, og tað var í hesum sambandi, at Magni Laksáfoss nart við avbjóðingina, at mong eiga fleiri hús og at onkur teirra standa tóm ella verða einans nýtt sum summarhús. Hann heldur hetta vera eitt betri hugskot enn brúksskyldu.
Formaðurin og næstformaðurin í Sambandsflokkinum eru tó samdir í einum: Áherðsla eigur at verða løgd á at byggja eldraíbúðir.
- Hinvegin er tað ein góð loysn at byggja eldraíbúðir, soleiðis at eldri fólk – um tey hava hug til tess – kunnu flyta í tílíkar íbúðir og harvið leysgeva sethús til eitt nú barnafamiljur, sigur Bárður á Steig Nielsen.