- Neyðugt er við breiðari og rótfestari semju um, hvussu føroyska samfelagið eigur at flyta seg inn í eina oljuvinnu, sigur Magni Arge, ið sum formaður í Oljuvinnufelagnum hevur fylgt gongdini í oljuvinnuni í mong ár.
- Síðstu umleið 14 árini er áhugin fyri oljuvinnu øktur munandi. Í dag eru føroyingar við í oljuvinnu kring allan knøttin, hóast vit enn onga olju hava funnið her hjá okkum. Tí eru umleið 1000 størv í oljuvinnuni ídag, sigur Magni Arge.
Magni Arge var ein av fyrilestrahaldarum á kjakfundi í Løkshøll í gjárkvøldi. Fundurin um oljuvinnu og oljubúskap varð hildin, samstundis sum fyrsta útgerðin til umfatandi oljuleitingina hjá Statoil á Brugdan-2 kom upp á land hjá Atlantic Supply Base í Runavík.
Kjakfundurin, ið Javnaðarflokkurin á Fólkatingi skipaði fyri, umrøddi, hvussu vit sum samfelag eiga at fyrireika okkum til eina møguliga oljuvinnu.
- Eg haldi at vit eiga at seta eina triðju oljuráðleggingarnevnd, sum kann endurskoða lóggávuna, soleiðis at hon endurspeglar eitt nýtt og hægri ambitiónsstøði fyri føroyska oljuvinnu. Tað er neyðugt við einum breiðum kjaki og kompetentari viðgerð, soleiðis at vit fáa breiða, politiska undirtøka og felags fatan av, hvat vit vilja við eini komandi oljuvinnu, sigur Magni Arge.
Formaðurin í Oljuvinnufelagnum samanber uppgávuna við at smíða eina grundlóg fyri oljuvinnuna.
- Vit mugu fáa eina felags fatan av, hvussu samfelagið fær sum mest burtur úr eini oljuvinnu. Hetta má vera uppá pláss, tá kampurin um milliardirnar fer ígongd, sigur Magni Arge.
Hann nevnir sum dømi, at ein komandi oljuráðleggingarnevnd eigur at skapa eina breiða, felags fatan av endamálinum við einum oljugrunni og hvussu grunnurin skal handfarast. Og eisini eiga vit sum samfelag at taka støðu til, hvørt vit vilja hava eitt alment oljufelag.
- Eftir mínum tykki kundi tað verið skilagott at seta á stovn eitt alment, føroyskt oljufelag. Tað kundi sett fult fokus á føroyska økið, og verið brúkt sum amboð og spjótsoddi fyri einari føroyskari oljuvinnu, sigur Magni Arge.
Fyrra oljuráðleggingarnevndin sat í 1992 til 1993, og seinna árini frá 1994 til 1997. Nevndirnar høvdu eina breiða samanseting úr ymiskum fakøkjum, og viðgjørdu og lýstu ymisku skeiðini í oljutilgongdini. Síðani tá hava verið trý loyvisumfør – í 2000, 2004 og 2008, og hesi árini eru tilsamans 19 leitiloyvi givin í føroyskum øki.
Formaðurin í Oljuvinnufelagnum eftirlýsir ambitiónir, nú farið verður undir at bora seinastu tveir leitibrunnarnir, sum altjóða oljufeløg hava bundið seg til at bora.
- Vit mangla eitt sindur av visionerari politiskari framsøkn. Vit mugu duga betur at selja okkum og føroyska landgrunnin. Vit mugu halda grýtuna í kók, sigur Magni Arge.
Seinnapartin fer løgtingið at hava 2.viðgerð av lógaruppskoti frá Johan Dahl, landsstýrismanni í oljumálum, sum biður løgtingið um heimild at brúka góðar 1,5 milliónir krónur til at marknaðarføra føroyska landgrunnin. Talan er um pengar, sum oljufelagið ENI fyri nøkrum árum síðani rindaði føroysku oljuumsitingini at brúka til førleikamenning.