Magni Arge í tveimum sessum samstundis

- Vit hava sagt, at man kann ikki vera í tveimum støðum í senn, segði Sirið Stenberg, næstforkvinna í Tjóðveldi, undir valstríðnum í samband við Fólkatingsvalið. 

 

Men nú hevur Magni Arge boðað frá, at hann fer at sita bæði á Løgtingi og á Fólkatingi komandi tveir mánaðirnar. Tá ið Fólkatingið kemur saman aftur 7. september, fer Magni Arge at taka støðu til, hvat henda skal. Tað sigur hann við Kvf. 

 

- Eg havi roynt so dyggiliga eg kann at sleppa í farloyvi. Men tað bar ikki til, sigur Magni Arge um orsøkina. 

 

Magni Arge sigur við Kvf, at hann tók við Fólkatingssessinum við tí fyrivarni, at hann skuldi sleppa at veksla í millum Fólkatingi og Løgtingi. Men nú hevur Fólkatingið boðað frá, at tað ikki ber til at taka farloyvi í tíð og ótíð, um man er varamaður. 

 

- Tað er ikki tann hepnasta støðan, sigur Magni Arge um vallyftisbrotið, men hann vísir á, at hann kennir seg eisini at hava ábyrgd mótvegis veljarunum, sum hava valt hann í Løgtingið.