Magdalena: Fólkaræðisliga maskinaríið skal sleppa at arbeiða

Svenski Javnaðarflokkurin hevði eitt gott val, ger svenska forsætisráðfrúan greitt valnáttina.

 

Halda fyribils tølini, og vinnur blái vongur í Svøríki á reyða veingi, missir Magdalena Andersson stjórnarleiðarasessin. Kortini heldur hon, at Javnaðarflokkurin hevur havt eitt gott val.

Tað segði hon í røðu í nátt.

– Nú skal okkara stóra fólkaræðisliga maskinarí sleppa at arbeiða, sigur Magdalena Andersson sambært Expressen.

Hon endurtekur upplýsingarnar frá svensku valmyndugleikunum um, at eitt fyribils úrslit ikki fór at vera greitt í nátt.

– Sjálvt um valúrslitið er óvist, skal eg ger eitt greitt beinanvegin: Vit javnaðarfólk hava havt eitt gott val. Undirtøkan fyri okkum er vaksin, og tað er greitt, at svenska javnaðarrørslan stendur sterk, sigur hon sambært SVT.

Sambært svensku valmyndugleikunum fer eitt fyribils úrslit av valinum ikki at vera klárt fyrr enn mikudagin, tá allar uttanlands- og brævatkvøðurnar eru taldar.

Tað upplýsa svensku valmyndugleikarnar fyri tíðindastovuni TT.

Javnaðarflokkurin stendur sambært fyribils úrslitinum til at fáa 30,5 prosent av atkvøðunum. Tað er ein framgongd upp á 2,2 prosentstig samanborið við valið í 2018.

/ritzau/

 

##med2##