Maersk Air sagt avtalu upp

Flogfelag Føroya verður frá 1. apríl ikki longur umboð hjá Maersk Air í Føroyum. Men samstarvið annars fer at halda fram, verður sagt av Maersk Air

 

Flogferðsla



Maersk Air hevur sagt avtaluna við Flogfelag Føroya, um at umboða Maersk Air í Føroyum, upp. Men samstarvið verður framvegis milum feløgini bæði, sigur Keld Moesgaard Christensen, rutustjóri hjá Maersk Air.

Tað einasta, sum uppsøgnin í praksis merkir, sigur Keld Moesgaard Christensen, er, at Flogfelagið ikki longur fær part av teimum ferðaseðlum, sum seldir verða fyri Maersk Air í Føroyum.

?Ætlan okkara við hesum tiltakinum er at seta allar ferðaskrivstovurnar í Føroyum javnbjóðis, soleiðis at eitt felag ikki fær vinning av arbeiði, sum eitt annað felag ger, sigur hann.

Maersk Air fer nú sjálvt at standa fyri søluarbeiðinum, sum gerast skal í Føroyum. Tí fer Steffen Riiskjær at taka sær av í framtíðini. Hann er væl kendur millum fólk í ferðavinnuni. Hevur til dømis verið fleiri enn 50 ferðir í Føroyum í arbeiðsørindum.

Annað samstarv millum Maersk Air og Flogfelag Føroya fer tó at halda fram eftir 1. apríl, sigur Keld Moesgaard Christensen.

Flogfelagið fer enn sum áður at selja ferðaseðlar fyri Maersk Air, eins og Flogfelag Føroya eisini fer at standa fyri avgreiðlsuni av Maersk Air flogførunum á flogvøllinum í Vágum.