Maðurin hjá amerikanska kongressleiðaranum, Nancy Pelosi, sum kallast Paul Pelosi, er álopin í heiminum hjá hjúnunum í San Francisco.
- Tíðliga í dag breyt ein maður inn í heimið hjá teimum og leyp á harra Pelosi, verður sagt í einari fráboðan um hendingina.
Lagt verður aftrat, at maðurin nú er á sjúkrahúsi, og væntandi fær hann ikki varandi mein. Kongressleiðarin var ikki sjálv í heiminum, tá hendingin fór fram.
Brotsmaðurin er handtikin, og løgreglan kannar nú, hví hann breyt inn og leyp á Paul Pelosi í morgun.
- Kongressleiðarin og familja hennara eru takksom fyri hjálpina, og tey biðja nú um, at atlit verður tikið til privatlívið hjá familjuni.
Tað eru fleiri útlendskir miðlar, sum skriva um hesa hending í dag.