Fríggjadagin avdúkaði Madonna smálutir um hennara 12. fløgu. Tað ljóðar eitt nú, at songkvinnan gevur út eitt staklag í februar ella mars, skrivar Gaffa.dk umvegis top40-charts.com.
I august visti gaffa.dk at siga, at nýggja fløga verður gjørd í samstarvi við William Orbit, sum eisini framleiddi stóran part av hittfløguni hjá Madonnu "Ray of Light" frá 2009, og part av fløguni "Music" frá 2000.
I juli skrivaði umboðsmaðurin hjá Madonna, Guy Oseary á Twitter, at Madonna júst var farin aftur í studio við tí fyri eyga, at framleiða eina nýggja fløgu.
Seinasta fløgan frá Madonnu bar heitið "Hard Candy", og seldi áleið 3.8 milliónir eintøk.
Umframt hetta hevur songkvinnan útgivði dvd-fløgurnar "Celebration" frá 2009 og "The Sticky & Sweet Tour", sum kom á marknaðin í fjør.