Maðurin var ógvuliga ringur at síggja

- Hetta er ikki sum at finna eina nál í einari sátu, men kanska í tíggju sátum, sigur skiparin á Brimli, Julian Martin Juul.

Í gjár klokkan 12.46 eydnaðist tað manningin á hjálpar-og bjargingarskipinum Brimli at finna russaran, sum trolarin - Lazurnyy - hevði mist á svartkjaftaleiðunum sunnanfyri.

 

- Tá vit komu út á leiðirnar og kundu byrja at leita í lýsingini í gjáramorgunin, vóru skipini, sum høvdu leitað eftir manninum, givin at leita. Trolarin, sum hevði mist mannin, hevði leitað til tað seinasta, men teir góvust eisini, sum morgunin leið.

 

Skiparin á Brimli, Julian Martin Juul, sum er ættaður úr Skopun, sigur, at tá farið var um middag í gjár - ella klokkan 12.46 - vóru teir so hepnir at finna mannin í sjónum.

 

- Maðurin var í arbeiðsklæðum og ikki í nøkrum vesti. Klæðini vóru blá á liti, og tað var ógvuliga trupult at síggja hann í bláa sjónum.

 

Skiparin á Brimli ásannar, at teir vóru meira enn hepnir at finna mannin, tí sum hann sjálvur tekur til:

 

- Hetta er ikki sum at finna eina nál í einari sátu, men kanska í tíggju sátum. Bara einar 30 metrar burturi, sást maðurin ikki, tí hann lá so tungur í sjónum, og liturin á klæðunum fall saman við litinum í sjónum.

 

Julian Martin Juul sigur, at í fyrstuni vóru teir ikki vísir í, at hetta júst var maðurin, sum russiski trolarin hevði mist, tí ein annar maður var um nøkulunda somu tíð sligin út av einum øðrum útlendskum skipi einar 160 fjórðingar longur suðuri.

 

- Men, vit hava nú fingið vissu fyri, at hetta er 62 ára gamli russarin, sum teir umborð á Lazurnyy saknaðu.

 

Sum skilst á skiparanum á Brimli, var knattastøðan, tá maðurin á russiska trolaranum fór í havið, ikki neyv, tí eingin umborð sá tilburðin, og tí vistu teir ikki við vissu júst, nær teir høvdu mist mannin.

 

- Tá vit komu á Havnina við manninum klokkan 08.15 í morgun, var løgregla, sløkkilið og russiskur umboðsmaður á bryggjuni og tóku ímóti, sigur Julian Martin Juul.