Ein 59 ára gamal maður varð handtikin um 7-tíðina í morgun av føroysku tollmyndugleikunum. Tollvaldið fann umleið eitt kilo av hashi fjalt í einari donkraft. Hesum boðar ákæruvaldið frá í dag.
Maðurin bleiv klokkan 13:55 dømdur tríggjar mánaðar fongsul fyri at royna at smugla hash til Føroya. Maðurin tók við dóminum og er nú leyslatin, sigur ákæruvaldið í fráboðan.
Ákæruvaldið hevur eina mynd av donkraftini, sum sær soleiðis út:
##med2##