Nógvi vindurin leygarnáttina gjørdi helst sítt, soleiðis at fólk fyri tað mesta hava hildið seg innandura. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur í øllum førum, at tað hevur verið ógvuliga avmarkað, hvussu nógv tey høvdu at gera fríggjakvøldið.
Um eitt-tíðina varð løgreglan tó boðsend, tá tveir menn komu til ilnar uttan fyri Glitnir á Skálatrøð. Tað endaði við, at annar maðurin varð skallaður, og hetta er nú skrásett sum harðskapsmál.
Í aðrar mátar tóktust fólk halda seg innandura, og nógvi vinduri gjørdi helst eisini sítt til, at gøturnar í býnum vóru at kalla manntómar, tá ymsu dansistøðini lótu dyrnar aftur.