Fiskivinna
Felagið Framherji, sum eigur Akraberg og dóttirfelagið EM-Shipping, sum eigur Høgaberg, hevði 10 ár á baki, 10. november í fjør.
Tey, sum eiga felagið Framherja, eru Anfinn Olsen, sum eigur ein triðing, konan, Elisabeth Eldevig Olsen, sum eigur ein triðing og íslendska felagið Samherji, sum eigur seinasta triðingin.
Við Akrabergi eru einir 30 mans og við Høgaberg, sum er kombineraður nóta-og trolbátur, eru 13-14 mans, tá ið teir royna við nót og 10-11 mans, tá ið roynt verður við troli.
Øll árini hevur raksturin hjá Akrabergi givið avlop og hjá Høgabergi, sum er lutfalsliga nýggjur í "familjuni", hevur raksturin eisini hingið saman.
Høgaberg liggur í løtuni á Fuglafirði, har skipið verður riggað til.