Maður meldaður fyri konubuking


Leygarkvøldið varð løgreglan í Havn boðsend at koma til eini sethús í Havn. Konan í húsinum hevði sjálv meldað mannin fyri harðskap.
Konan varð ógvuliga illa viðfarin, tí maðurin hevði bæði sparkað og sligið hana. Maðurin varð ikki handtikin, men løgreglan veit, hvør gerningsmaðurin er.
Konan hevur fingið skaða av álopinum, men hon fær neyvan varandi mein. Hon verður kannað av einum lækna, sum skal meta um skaðarnar, og síðani fær løgreglan eina frágreiðing um tilburðin.