Maður álopin og illa særdur í Havn í nátt

Tveir mans eru tiknir, men løgreglan heldur at tað vóru kanska enn fleiri gerningsmenn

Løgreglan er enn ikki komin nakran serligan veg at fáa greiði á eini óvanliga ógvusligum tilburði í Havn í nátt, har ein maður varð illa særdur.

 

Tað var beint eftir klokkan eitt í nátt, at fólk ringdu til løgregluna við boðum um, at ein maður lá á vegnum og bløddi tí hann hevur fingið skaða, og at hann hevði brúk fyri hjálp.

 

Tá ið løgregla og sjúkrabilur komu á staði, vóru fleiri fólk hjá honum, og tey sóu tey alt fyri eitt, at maðurin hevði verið álopin og hevði fleiri snuddir á kroppinum, ið stava frá vápni av onkrum slagi.

 

Hvat vápn, talan er um, ber ikki til at siga, men hann er álopið uttandura.

 

Hann var rættiliga illa fyri, tá ið hann varð fluttur á Landssjúkrahúsið, men haðani eru boðini í morgun, at læknarnir hava fingið tamarhald á støðuni, men tað hevur ikki borið til at avhoyra hann enn

 

Løgreglan sigur, at tveir mans eru handtiknir fyri illgerningin í nátt. Teir eru rúsaðir og tessvegna hevur heldur ikki borið til at avhoyra teir enn.

 

Tískil er heldur ikki greitt um teir játta seg sekar, ella ikki.

 

Men løgreglan hevur ikki greiði á, um hvussu nógvir gerningsmenn hava verið uppi í álopinum, og kannað verður nú eisini um tað framvegis eru gerningsmenn, sum ganga leysir.

 

Løgreglan er ikki liðug at kanna økið á vegamóti Íslandsvegur Landavegur og at tryggja sær tey teknisku prógvini á staðnum.

 

Men eru tað fólk, sum hava verið har á leiðini stutt eftir midnátt, og hava lagt okkurt óvanligt til merkis, heitir løgreglan á fólk um at siga frá og tað skal gerast við at ringja 114, sum er tað nýggja beinleiðis nummarið hjá løgregluni.