Ein maður er handtikin eftir at ein bilur rendi á fólk við bretska tjóðartingið í London í morgun. Hendingin verður kannað sum yvirgangur, sigur løgreglan sambært Ritzau. Maðurin rendi á tvey fólk. Hesi vórðu meiðslað av hendingini, men eru ikki í lívsvanda.
Maðurin verður mettur at vera síðst í 20'unum. Hann varð handtikin fyri illgruna um yvirgang, sigur løgreglan við miðlarnar. Tað var í morgun klokkan 7.37 lokala tíð, at trygdargarður við bretska tjóðartingið varð árendur. Førarin varð stutt eftir handtikin. Fyrst varð sagt, at fleiri fólk til gongur og á súkklu vóru meiðslað, men síðani hevur bretska løgreglan skrivað á Twitter, at bert tvey vórðu meiðslað.
Eygnavitni siga við BBC, at tað sá út sum, at bilurin við vilja varð koyrdur inn í trygdarverjuna við fullari ferð. Løgreglan kom á staðið beinan vegin og hevur evakuerað økið. 22. mars í fjør koyrdi 52 ára gamli bretski statsborgarin Khalid Masood inn í fótgangarar við Westminister Bridge, áðrenn hann koyrdi móti tjóðartinginum. Hann drap ein løgreglumann við knívi, áðrenn hann sjálvur varð skotin og dripin av løgregluni. Fimm fólk doyðu av yvirgangsatsóknini, meðan fleiri enn 50 vórðu særd.
/ritzau/