Maður deyður í ferðsluvanlukku í Vágum

Ein 31 ára gamal maður lat lív, tá ein bilur fór út av vegnum í Brennuni við flúgvarabedingina í Vágum

Vágaportalurin skrivar, at løgreglan ikki veit nágreiniliga at siga um vanlukkuna, ella um onnur hava verið við í bilinum, og tí verður í løtuni leitað við hundi.

Vanlukkan er helst hend í nátt í myrkrinum, og tí hevur eingin sæð bilin. Ikki fyrr enn í morgun fekk løgreglan boð um hendingina.

www.vagaportal.fo<a> skrivar, at vakthavandi í Havn ikki veit meira at siga um vanlukkuna, og heldur ikki, um onnur hava verið við í bilinum, tí løgreglan er framvegis á staðnum og kannar økið.