Máttu senda boð eftir Ziska

Boð vórðu í nátt send eftir bjargingarbátinum hjá Norðoya Bjargingarfelag Rescue Ziska, eftir at MRCC-støðin fekk eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur var uppsteðgaður nærhendis Svínoynni.


- Klokkan 02.32 í nátt fingu vit eina fráboðan um, at ein útróðrarbátur var uppsteðgaður 0,6 sjómíl sunnanfyri Heltnina á Svínoynni. Boð vórðu send eftir Rescue Ziska, ið sleipaði bátin til Hvannasunds, verður upplýst av MRCC-støðini.


Tað tók tveir tímar frá tí, at MRCC-støðin fekk boðini, til Rescue Ziska og útróðrarbáturin vóru í Hvannasundi.