Máttu ferðast í 16 tímar fyri at spæla dyst

(Rás2) Hoyr Áka Egilsnes fortelja um eina serliga uppliving í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini

KA hevur framvegis fult stigatal í Grill-66 deildini, sum næstbesta mansdeildin í hondbólti eitur í Íslandi.

 

 

Ígjár vann KA ein harðvunnan, men týdningarmiklan 25-23 sigur ímóti unga liðnum hjá Vali á útivølli. 

 


Tað stóð einki til í steðginum, tí tá var Valur á odda 12-9, men KA fekk betur skil á spælið hjá sær í seinna hálvleiki.

 

 

Áki Egilsnes gjørdi góðan mun við at skora fimm mál fyri KA í dag.

 

 

Fyrireikingin til dystin var ikki tann besta hjá KA. Í ringum kavalíkindum hava teir ferðast átta tímar til Reykjavíkar, og mugu nú ferðast átta tímar heimaftur til Akureyrar, men Áki Egilsnes og liðfelagarnir kunnu fegnast um at verða fremst í deildini við 18 stigum fyri níggju dystir.

 


TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr Áka Egilsnes greiða frá serliga og strævna túrinum til útidystin ímóti Unga liðnum hjá Vali. Samrøðan var gjørd beinleiðis á Rás2 seinnapartin.

 

 

Áki Egilsnes hevur skotið nógv mál fyri KA, og tað saman við góðu gongdini hjá liðnum ger, at hann er sera nøgdur við kappingina higartil. Hann sigur seg mennast, og gerast skjótari og betri sum hondbóltsspælari í Íslandi.

 

 

Áki metir, at tey bestu liðini í næstbestu íslendsku hondbóltsdeildini hava eitt sindur hægri støðið enn tey bestu liðini í Føroyum.

 

 

Áki arbeiðir sum timburmaður, men venur eisini nógv saman við liðfeløgunum.