Mítt summar: Klokkan hevur ongan týdning

Tórður Mikkelsen, útvarpsmaður, svarar spurningum um summar

Summarið 2020 er ikki sum onnur ár. Miðlahúsið hevur spurt nøkur fólk um summarið. Her svarar Tórður Mikkelsen, útvarpsmaður

 

Hvussu heldur tú summar í ár?

– Í ár havi eg verið heima í Føroyum, og tað hevur verið nógvur familjuhugni. Havi verið onkran góðan gongutúr, men alt ov fáar, og vit hava verið ymsar biltúrar. Farna vikuskifti vóru vit í Stóru Dímun, har vit gistu í Sornhúsinum, sum eisini er skúli. 

 

Hevur koronusmittan broytt títt summar?

– Eitt sindur. Havi fleiri ferðir verið í Skotlandi, men ongantíð verið í gamla og vakra býnum Edinburg. Hagar var ætlanin at fara ein stuttan túr tíðliga í summar, og so annars vera heima. Korona gjørdi, at tað bleiv bara tað seinna. Men tað hevur eisini verið gott saman við familjuni og uttan klokku.

 

Plagar tú at ferðast í Føroyum?

– Ja, bæði í sambandi við arbeiðið og javnan eisini í frítíðini. Øll pláss hava okkurt serstakt. Nú eru nógv ár, síðani eg bara manglaði at vitja Lítlu Dímun av oyggjunum, og tað geri eg framvegis. Fleiri ferðir hevur tað miseydnast at koma hagar.

 

Hevur tú nakað yndisstað at halda summarferiu?

– Vil heldur siga, at eg havi nógv yndisstøð. Men tað er altíð spennandi at vitja nýggj støð og læra tey at kenna. Tí hevði eg ikki dugað at havt summarhús og verið bundin at ávísum stað.

 

Er nakað stað úti í heimi, sum tú droymir um at vitja í komandi árum?

– Tey eru nógv. Millum støðini, sum liggja frammarlaga í huganum, eru kinesiski múrurin og ein tíðarleysur túrur í New Zealandi, har stundir eru at njóta ta framúr vøkru og stórbaru náttúruna. Fleiri hava sagt mær, at New Zealand er vakrasta land, tey hava vitjað. Tað besta við summarferiuni er, at klokkan hevur ongan týdning.