Móttøka um bróstkrabba í Miðlahúsinum

Í morgin klokkan 10 skipa Føroya Felag Móti Krabbameini og sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata fyri móttøku í Miðlahúsinum.

Oktober er altjóða bróstkrabba mánaði, og Føroya Felag móti Krabbameini fer á móttøkuni at avdúka hvørji tiltøk verða sett í verk í Føroyum í ár. Tíggjunda hvør føroysk kvinna verður rakt av bróstkrabba. Og avleiðingarnar av sjúkuni raka enn breiðari enn tað, tí tá ein kvinna verður rakt og fer í viðgerð, hevur tað ofta stórar avleiðingar fyri familjuna.

Krabbameinsfeløg um allan heima ynskja at varpa ljós á hesa álvarsligu sjúku í oktober.

Og í hesum sambandi skipar Krabbameinsfelagið týsdagin, tann 25. September, klokkan 10, fyri móttøku og tíðindafundi í Miðlahúsinum.

Á móttøkuni verður kunnað um tey tiltøk sum sjálvhjálparbólkurin Bót til Bata fer at skipa fyri í ár, og greitt verður frá hvat innkomni peningurin skal brúkast til.

Seinasta ár varð skipað fyri einum serligum átakið við heimagjørdum ljósareyðum sloyfum, og hetta átakið eydnaðist so væl, at sølan setti met. Í ár verður millum annað møguleiki at keypa eina smarta og einfalda T-shirt við lítlari ljósareyðari sloyfu á.

Á móttøkuni í morgin fara kvinnur úr Bót til Bata at vera í hesum blusum og tað fer eisini at bera til at keypa tær. Møguleiki verður harumframt fyri hugnaligum práti aftur við ábiti, sigur Krabbameinsfelagið í tíðindaskrivi.