Móttøka fyri ?Meldurtíð? í Posthúskjallaranum

Í dag verður móttøka í Posthúskjallaranum í samband við, at nýggja fløgan hjá Una Arge er útkomin. Á skránin verður prát, tónleikur og okkurt til matna. Nýggja fløgan hjá Una Arge, Meldurtíð, er útkomin, og í hesum sambandi, verður almenn móttøka í Posthúskjallaranum í dag kl. 16.00.

 

Uni hevur áður útgivið eina fløgu, men tá var eingin móttøka á skránni.

 

-Eftir seinastu fløgu mína tók eg avgerð um, at um eg gav eina fløgu út aftrat, skuldi eg avgjørt bjóða til móttøku, sigur Uni Arge.

Og hetta verður sostatt í dag kl. 16.00, og verður tað í Posthúskjallaranum.