- Minnisveik eru vælkomin at búgva í okkara grannalagi, hvør veit, kanska enda vit har sjálvi einaferð.
Soleiðis byrjar eitt mótmælisskriv frá grannalagnum í Torfinsgøtu í Havn, ið týsmorgunin varð handað Jan Christiansen, borgarstjóra, saman við umleið 60 undirskriftum.
Grannarnir mótmæla, at húsini til tey minnisveiku fara at taka útsýni frá grannunum, umframt at tey halda at býráðið hevur skúgvað reglur um fríøki og bygging annars til viks, tá húsini skuldu byggjast. Grannarnir vísa á, at upprunaliga fingu tey at vita, at talan var um ein bygning í einari hædd, sum skuldi setast í eina lægd, sum er beint eystanfyri Torfinsgøtu. Men seinni skuldi tað vísa seg, at byráðið fyrst valdi at fylla grót í lagdina, og síðan byggja ein bygning við høgari reising.
- Tað fer at føra við sær, at grannarnir omanfyri og við síðuna av missa útsýnið, og fyri tey, sum búgva niðanfyri, verður tað sum at búgva undir einum forbergi, skriva grannarnir í mótmælisskrivinum til býráðið.
Tey fílast á sera vánaligu kunningina frá býráðnum, og vísa á, at tey einki hava fingið at vita um broyttu ætlaninar hjá býráðnum.
Økið er fríøki
Grannarnir vísa harumframt á, at heimið verður bygd á eitt øki, sum býráðið sjálvt gjørdi til fríøki fyri umleið 30 árum síðani.
- Men nú hevur býráðið kúvent og uttan fyrilit fyri fríøkinum verður ein høgur bygningur settur á henda grøna blettin í Havnini, skriva grannarnir í mótmælinum, og vísa samtíðis á, at teir halda fast um, at byggingin hvørki er í samsvar við byggisamtyktina ella tað, sum býráðið annars hevur upplýst grannunum.
Skilir atfinningarnar
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur seg skilja at grannarnir vilja varðveita grøna blettin, og at teir í aðru atløgu vilja varðveita so nógv sum gjørligt av útsýninum.
- Men býráðið er í tí støðu, at vit vilja gera nakað fyri eldraøkið og tey minnisveiku, og tí hava vit valt at byggja eitt heim til teirra, sigur Jan Christiansen.
Borgarstjórin heldur tó fast við, at øll byggingin er gjørd í tráð við upprunaligu ætlanina. Hann vísir á, at býráðið fyri langari tíð síðan samtykti at byggjast skuldi eitt heim til minnisveik í hesum økinum, og at kunnað hevur verið væl og virðiliga um málið, umframt at tekningar hava ligið frammi. Jan Christiansen leggur tó afturat, at nú byggingin er í gongd, sær tað ógvusligari út enn á tekningini, men hann sigur seg tó vera vissan í, at tá bygningurin er liðugur, fer hann at fella væl inn í grannalagið.
Byggingin neyvan steðgað
Jan Christiansen sigur, at í fyrstu atløgu fer hann at kunna restina av býráðnum um mótmælisskrivið frá grannunum í Torfinsgøtu. Men hann dugur tó illa at ímynda sær, at byggingin verður broytt ella steðgað.
Jan Christiansen vísir á, at byggingin er boðin út sum totalenterprisa, og tí kann tað koma at kosta dýrt, um ætlanin nú verður broytt. Bygningurin, ið verður bygdur í tveimum eindum, og sum hevur pláss fyri tilsamans 16 minnisveikum, verður eftir ætlan liðugur í heyst. Byggingin er mett at kosta umleið 16 milliónir krónur, harav landið rindar helvtina.