Máta havdýpið undir ísinum

Grønlendingar og danir kanna nú havdýpið undir ísinum norðan fyri Grønland Tær seinastu vikurnar hava fýra fólk frá grønlendskum og donskum myndugleikum verið á havísinum norðan fyri Grønland og Kanada, har tey hava kannað havdýpið.

Grønlendska kringvarpið sigur, at kanningarnar eru partur av fyrireikingunum til samráðingarnar um rættindini til havleiðirnar kring Norðpólin. Víst verður á, at sambært ST-reglunum hevur havdýpið rættiliga stóran týdning, tá lond krevja rættindi uttan fyri 200 fjórðingar sum í hesum førinum.

KNR sigur, at kanningarnar eru rættiliga truplar, tí kanningarfólkini kunnu bara brúka tyrlu ella beinini.