Mærsk uppiborið ein film

Danski filmsframleiðari Regner Grasten, sum júst nú hittar við filminum Hvidstensgruppen, sigur við danskar miðlar í dag, at Mærsk Mc-Kinney Møller hevur uppiborið ein film um sítt lív.

 

Í nátt doyði Mærsk Mc-Kinney Møller, og í dag hevur Regner Grasten boðað frá, at hansara nýggi filmur eisini verður um søguligar hendingar í Danmark. Og í hesum sambandi hevur filmsframleiðarin víst á, at Mærsk avgjørt hevur uppiborið ein film.

 

-Søgan um Mærsk er ein sterk søga um ein vinnara, við steinhørðum vilja, og við einum sterkum hjarta. Mærsk er ein tjóðarhetja, og tað er ikki óhugsandi, at eg fari at gera ein film um hann, sigur hann við danskar miðlar.

 

Men tað verður í øllum førum ikki júst nú.

 

- Ein søga skal koma uppá avstand áðrenn samtíðin heldur hana vera áhugaverda. Um 10 ár er tað skilagott at gera ein film um hann, sigur Grasten.

 

Hann staðfestir, at hann hevur nógva virðing fyri Mærsk, og at hann gav danskarum eina kenslu av stoltleika.