Mærsk skip við føroyingum umborð álopið av sjórænarum

Mánanáttina var supply-skipið Maersk Transporter, sum er ein sokallaður “ankar-handlari”, álopin av sjórænarum – André Johannessen úr Vági er skipari.

Hetta skrivar Suðurrás.fo.

Meðan skipið lá fyri akker útfyri Cuidad del Carmen í Mexico komu mánanáttina í minsta lagi seks vápnaðir menn umborð, greiður André frá. Alt var avlæst umborð, men teir skutu sær atgongd ígjøgnum vindeyguni á brúnni og komu á tann hátt innum, skrivar sudurras.fo.

Sjórænarar skutu seg ígjøgnum, so teir sluppu inn, har annars var læst. Fimm av manningini vórðu tiknir av rænarunum, sum fóru av skipinum, tá teir høvdu tikið tað, teir kundu fáa hendur á. 

Umframt føroyska skiparan, eru tveir aðrir føroyingar við skipinum, skrivar sudurras.fo, har greinin kann lesast í fullari longd.

 

 

André Johannessen úr Vági er skipari

##med2##