Mánin er óvanliga nær jørðini

Við tað, at mánin í løtuni er 50.000 kilometrar nærri Jørðini enn vanligt, og veturin hevur verið harður við nógvum frosti, er vatnstøðan í eitt nú Eystursjónum og Oyrasundi óvanliga lág. Hon er nevniliga so lág, at kappsiglingar verða avlýstar, eins og trupult kann verða at sleppa inn í havnir. Nú 1. apríl er í dag, og nógvar apríl-søgur eru í luftini, skrivar danska heimasíðan minbaad.dk, at mánin vanliga er 384.405 kilometrar frá jørðini, men í løtuni er hann heilar 50.000 kilometrar nærri.

Saman við einum ringum vetri við nógvum frosti, sigur heimasíðan, at vatnstøðan í eitt nú Eystursjónum og Oyrasundi er vanliga lág í løtuni - so lág, at kappsiglingar eru avlýstar, eins og trupult kann verða at sleppa inn í fleiri havnir, tí innsiglingar eru vorðnar so grunnar.

Heimasíðan hevur tosað við Emilio Fantasmagor, sum starvast hjá DMI, Danmarks Meteorlogisk Institut.

Avleiðingin av hesum fyribrigdi er, at sjógvur fossar út úr Eystursjónum, og soleiðis verður tað helst í fleiri mánaðir aftrat.

- Tað er vælkent, at mánin ávirkar vatnstøðuna, og tá hann er so nær jørðini, sum mánin er í løtuni, fáa vit óvanliga høga fjøru, sigur veðurfrøðingurin.

Emilio Fantasmagor heldur, at fleiri kappsiglingar í Eystursjónum og Oyrasundi fara at verða avlýstar í vár av hesi orsøk, tí tað simpulthen ikki verður nóg mikið av sjógvi í Eystursjónum og Oyrsundi, sum tíðin líður.

Portalurin skal ikki siga, at hetta er ein apríl-søga, men er hon sonn, er hetta eitt áhugavert náttúrufyribrigdi.