Tey krøv, eg havi sett, hava verið rímilig, og tey eru eisini gingin á møti. Tað sigur Kristin Michelsen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og limur í Fíggnarnevndini hjá Løgtinginum. Nú Løgtingið viðger fíggjarlógina fyri næsta ár, gjørdi hann greitt, at hann fór ikki undir nøkrum umstøðum at taka undir við eini fíggjarlóg, har játtanin til Hvalbiartunnilin varð skerd.
Tá ið táverandi landsstýrismaður í samferðslumálum, Henrik Old, læt sín part av fíggjarlógini úr hondum, hevði hann sett 52 milliónir krónur av til Hvalibartunnilin. Hetta er eisini tað, Løgtingið hevur samtykt at seta av til tunnilin, tá ið tað varð samtykt at gera hann.
Men tá ið uppskotið kom úr aftur Fíggjarmálaráðnum, og varð lagt fyri Løgtingið, vóru 22 milliónir skarvaðar av játtanini, soleiðis at bara 30 milliónir vóru eftir til Hvalbiartunnilin.
Men nú Fíggjarnevndin hevur lagt Fíggjarlógina fyri Løgtingið aftur, eru 19 milliónir settar upp á aftur, soleiðis at játtanin til Hvalbiartunnilin verður 19 milliónir næsta ár.
Og tað er Kristin Michelsen væl nøgdur við, sigur hann við FM1. Hann er eisini nøgdur við, at tey, sum eru fastbúgvandi á oyggjum, sum Strandferðslan siglur til, fáa nú bíligari ferðaseðlar, og at játtanin til Strandferðsluna varð hækkað, soleiðis at tað slepst undan at skerja ferðaætlanina. Harafturat fær Suðuroyar Sjúkrahús nú nýggj røntgentólk
Les eisini: Prísurin á ferðaseðlum lækkar nógv – hjá nøkrum
Trýst á pílin undir myndini og hoyr Kristin Michelsen greiða frá hví hann er so væl nøgdur við úrslitið.