Við at eygbera hana leysliga, sæst tíðiliga, at hetta er ein ótrúliga snøgg bók. Nógvar góðar, litríkar og fangandi myndir eru í bókini. Myndirnar hava nógvir ymiskir teknarar greitt úr hondum. Tað er eisini ymiskt, hvussu góðar tær eru. Um eg skal taka ein fram um hinar, so er Janus á Húsagarði óførur. Hann er sera nágreiniligur og teknar heilt niður í smálutirnar. Nógvar av tekningunum hava tað sama við sær, sum Waldo bøkurnar. Hóast góðskan er ymisk, so passa tekningarnar væl til søgurnar í bókini. Tað er eitt sindur óheppi, at tekningarnar til onkra søgu ikki megna at tekna persónarnar soleiðis, at teir líkjast í øllum tekningunum, sum hoyra til søguna.
Mín jólabók hevur eina lítla søgu til hvønn sunnudag í advent. Søgurnar hevur Gitte Klein skrivað. Hetta eru fýra fittar søgur um ein drong og ein dølskan pápa, sum ikki lurtar eftir soninum, men sum má sanna, at hann átti at havt lurtað eftir honum. Søgurnar eru skemtiligar í støðum og vit vaksnu kenna okkum aftur í støðunum, men eg sakni eina mammu – har er ongin mamma og hon verður ikki nevnd við einum orði. Um talan var um ein einligan pápa, so átti mamman um ikki annað verði nevnd sum ein, ið hann saknar, tá ið alt endar galið.
Hinar stuttsøgurnar eru ymiskar í dygd. Summar eru heilt góðar. Tann hjá Steintóri Rasmussen er góð. Hetta er ein krimi søga um eina gentu og ein drong, sum finna ein lykil á vegnum, og tey varnast, at lykilin eigur ein eftirlýstur brótsmaður og sjálvandi fanga tey hann. So eru eisini aðrar søgur, sum eru í so moraliserandi. Til dømis hon eftir Elin Mortensen, ið er um ein drong, sum verður happaður, tí at annað beinið er stytri en hitt. Hann verður sendur niður og skaðin verður rættaður so væl, at drongurin gerst góður svimjari og tískil ikki happaður aftur.
Søgan hjá Sólrún Michelsen er góð sjálvt um har er ein avísur penslaður moralur í henni. Hon er um hesar vætrarnar, sum velja út bleytar pakkar til børnini, ið skikka sær ov illa. Teir avgera at geva Pæturi, sum er høvuðspersónurin, hosur og undirbuksur í jólagávu, tí at hann plágar mammuna og pápan um at fáa eina farteldu í jólagávu. Hann brýtur sparigrísin hjá sær, tekur pengarnar og ætlar at keypa sær eina farteldu fyri teir, men í sølumiðstøðini hoyrir hann nøkur børn ynskja sær ymiskt, sum hann sjálvur eigur, og varnast tískil, at hann eigur so ómetaliga nógv, sum hini ikki eiga. Hann velur heldur at keypa hesum fátæku børnunum tað, sum tey ynskja sær í jólagávu og so kunnu tit ætla, hvat hann sjálvur fær í jólagávu, nú hann hevur skikkað sær so væl. Moralurin í hesari søguni er ikki so eyðsýndur og áloypandi sum í fyrrnevndu søgu. Mina Reinert hevur skrivað eina og Rakel Helmsdal hevur skrivað eina, Sólbjørn Fríði Olsen og Beinta Johannesen hava eisini skrivað hvør sína. Eg fari ikki her at avdúkja allar, men hugaligt er at lesa um Lítla Gutta, sum Marius Johannesen las upp í sjónvarpinum fyri okkurt um 20 árum síðani. Eg lúgvi ikki, tá ið eg sigi, at eg hoyrdi Marius fyri mær, tá ið eg las hana.
Í mínari jólabók 2007 eru bara tvær yrkingar og tað haldi eg er alt ov lítið. Tað kann vera, at tað er ringt at fáa fólk at yrkja til slíkar bøkur, nei, líka veit eg. Fyrru hevur Poulina Slættanes skrivað, og er hon ein fittlig yrking um at fáa Mína jólabók í hondina. Alexandur Kristiansen hevur yrkt hina. Vit kenna hansara stíl og henda yrkingin er ikki øðrvísi.
Nógvir dagar í jólakalendaranum hava ymiskar uppgávur ella ítriv, sum sperda húskið kann takast við um jóltíðir. Jólatíðin fær fólk at seta ferðina enn meira upp, og tí er tað sera gott at seta seg saman við børnunum at klippa og baka køkur til jóla.
Mín Jólabók 2007 er tann mest spennandi jólakalendarin, sum eg havi sætt. Innihaldið er til børn og ung og strongd foreldur, og tað er heilt víst, at bæði foreldur og børn hava brúk fyri einari slíkari bók, sum veruliga fær lesaran at hugsa um, hví vit halda jól, og sum fær fólk at minka um ferðina.
Oddfríður Marni Rasmussen