Málverjin kostaði Atla dýrt

Atli Danielsen og hinir í FC Roskilde eru ógvuliga harmir um, at tað ikki eydnaðist teim­um at vinna trý stig í gjár. Mál­verji teirra var í tveimum førum beinleiðis orsøkin til, at Kolding skoraði – seinna mis­takið gjørdi hann enn tá í yvir­tíðini, soleiðis at dysturin endaði við javnleiki 3-3.
Atli Danielsen spældi allan dystin á defensiva miðvøllinum, men var ikki partur av nøkrum av málinum – hvørki hjá FC Roskilde ella Kolding.
Roskilde er nú nummar 11 við átta stigum í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, bert trý stig omanfyri niðurflyt­ingar­markið.