Fyrra dystin millum hesi bæði vann GÍ 2-0, men sannførandi var tað ikki, tí málini komu ikki, fyrr enn farið varð um teir 80 minuttirnar.
Sumba liggur í løtuni niðast, og teimum tørva fleiri stig, um 1. deildar fótbóltur aftur skal verða at síggja á Krossinum næsta ár. Seks stig eru komin til høldar higartil, og báðir dystirnir eru vunnir á heimavølli. Í fjør vóru 11 stig nóg mikið til at yvirliva, men líkt er til, at meira krevst í ár.
Sumba hevur ongar skaðar ella leikbann, og nakrir gamlir kenningar verða aftur at síggja í Sumba. Dánjal Jóhan Joensen og Jan Poulsen eru báðir afturkomnir úr Danmark. Hetta styrkir nógv um liðið hjá Sumba, sum ofta hevur havt trupulleikar við at manna lið til dystir.
Málslukurin hjá Sumba í fjør, Nebojsa Veljkovic, hevur ikki spælt við Sumba í fyrru hálvu vegna skaða í knænum. Nú hevur hann verið heima í Jugoslavia og fingið skurðviðgerð, so hann verður eisini við sunnudagin. Nebojsa skoraði tíggju mál í fjør, og tað er nógv, tá hugsað verður um, at Sumba bara fekk ellivu stig.
Magni leikbannaður
GÍ hevur higartil bara fingið ellivu stig, og teir eru nærri niðurflyting enn heiðursmerkjunum. Tó hevur GÍ vunnið steypakappingina og hevur sostatt tryggja sær luttøku í UEFA Cup næsta ár.
Martin Thomsen spældi í verjuni hjá GÍ í fyrru hálvu, men hann varð bara leigaður til juli, so hann verður ikki við aftur. Liðformaðurin, Magni Jarnskor, er leikbannaður til dystin móti Sumba. Annars eru eingir skaðar hjá GÍ.
Málið hjá GÍ er fyrst og fremst at sleppa úr botninum, og ein sigur móti Sumba sendir liðið rætta vegin.