Landsstýrismaðurin í mentamálum setti Málstevnunevndina, sum fór til verka 1. apríl 2006. Við støði í heildarlýsing av støðuni hjá føroyska málinum skal Málstevnunevndin gera eitt uppskot til almennan málpolitikk, og koma við fíggjarligum kostanaðarmetingum.
Málstevnunevndin
Átta fólk 4 kvinnur og 4 menn mannaðu Málstevnunevndina. Nevndin fór til verka á vári 2006 og læt álitið Málmørk úr hondum 18. desember 2007. Hetta er eitt rúgvumikið verk, ið telur 117 A4- síður.
Vit fáa onki at vita um førleikan hjá tí einstaka ella hvørjum tey standa fyri málsliga, men formaðurin í nevndini, Árni Dahl, bað við byrjan allar limirnar í nevndini um í einum skrivi stutt at lýsa teirra støðu til tað, sum nevndin skuldi arbeiða við. Fimm av teimum átta nevndarlimunum valdu at svara, tríggir svaraðu ikki. Vit fingu alment innlit í hesi fimm skriv. Harav framgongur, at tey fimm, sum valdu at svara, eru málsliga sjálvstøðugt hugsandi, og at fleiri av teimum als ikki treytaleyst taka undir við tí puristisku linjuni, men hetta endurspeglast tíverri ongastaðni í álitinum.
Føroya mál
Í álitinum verður sagt, at føroyskt er almenna málið í Føroyum, og at tað er tjóðarmál føroyinga og at yvirskipaði málpolitikkurin skal tryggja øllum borgarum rættin til mál, t.e. rættin til tjóðarmál, móðurmál og fremmandamál, herundir eisini rættin til teknmál (s.6).
Á síðu 8 stendur at frágreiðingin er í stóran mun grundað á samrøður, sum formaðurin (Árni Dahl) og skrivarin hava havt við fólk í leiðandi størvum. Í øðrum lagi á tilfar, ið skrivað er um evnið og í triðja lagi íkast sum nevndarlimir hava borið fram.
Tað verður stutt greitt frá støðuni hjá føroyska málinum í søguligum høpi, og eisini hvussu málið fekk heimarætt innan skúlans gátt. Vit finna eisini hópin av upplýsandi hagtølum alt frá miðalvillutali í fráfaringarroynd hjá 9. flokki til málsligar villur, rættskrivingarvillur og teknvillur á heimasíðum hjá føroyska fjølmiðlaheiminum. Samanberingar eru við okkara grannar um prioritering av fíggjarorku og mannatímum, tá talan er um røkja heimamálið. Her eru vit eftirbátar, verður sagt, men kanning millum norðurlendskar ungdómar sýnir, at av øllum norðurlandatjóðum standa føroyingar seg best, tá ið ræður um at skilja grannamál (s.98). Málpolitikkur í Europa og aðrastaðni verður eisini stutt umrøddur.
Tvímálsstøða
Á síðu 18 fáa vit at vita, at vit hava eitt slag av tvímálsstøðu (diglossia) í Føroyum. Men har stendur onki um, at børn, sum læra tvey mál samstundis, mangan eru bæði málsliga og mentalt betur fyri enn tey børn, ið bert læra eitt mál. So seint sum í síðsta summar varð ein kanning kunngjørd frá Canada, har børn lærdu enskt og franskt samstundis og kláraðu seg nógv betur, enn tey sum bert lærdu annað málið. Hetta samsvarar ikki við at danskt er skaðiligt, og verður kanska tí ikki tikið við.
Móðurmál / Reinsimál
Í álitinum verða heitini føroyskt mál, móðurmál og tjóðarmál brúkt hvørt um annað, og vit finna onga definitión upp á hvat móðurmálið stendur fyri. Spurningurin um ta puristisku linjuna kontra ta meiri móðurmálstrúgvu linjuna verður als ikki umrøddur, eins og spurningurin um tað føroyska (latínska) alfabetið heldur ikki verður nortin, hóast hesir spurningar eru av størsta týdningi, tá talan er um yvirskipaðan málpolitikk.
Í 2004 var kanning kunngjørd sum vísti, at føroyski ungdómurin ikki hevði nóg góðan førleika í móðurmálinum, og serliga trupult gekk at mábera seg skrivlig á móðurmálinum (s.10).
Á síðu 75 verður upplýst, at eftir 13 ára skúlagongd, er føroyskur ungdómur illa fyri í føroyskum máli (reinsimáli). Hetta er ikki at undrast yvir, tí reinsiføroyskt hevur alt ov lítið til felags við tað føroyska móðurmálið, og er við til málsliga at múlabinda føroyingin. Men heldur enn at hyggja eftir veruligu orsøkini til fremmandagerðingini í føroyska málinum, so mælir nevndin til at loysa trupulleikan við at seta “puristiska spennitroyggju” á allar føroyingar - ung sum gomul. Hetta skal aktiverast við at seta á stovn løggildað málráð ella “málpoliti”, hvørs virki skal røkka innum hvønn barnagarð og skúla, hvørja umsiting og hvørt virki, hvønn fjølmiðil. Eisini skulu øll fakorð (yrkorð) umdoypast til reinsiføroyskt.
Á síðu 30 stendur annars, at málið er ein samskiftismiðil, ið skapar samleika og kenslu av at hoyra til ein felagsskap. Her kann so ikki vera talan um reinsiføroyskt, tí tað hevur ikki skapt nakra kenslu av samleika.
Kostnaður
Á teimum síðstu 12 síðunum er náðgreinilig skematisk uppstilling av kostnaðarmetingum fyri at tryggja føroyskum máli (reinsiføroyskum) støðu sum “fullkomnum og samfelagsbærum máli á øllum økjum í samfelagnum.” Árligur kostnaður 75 – 100 milliónir krónur.
Skrivtmál 1846
Á síðu 25 verður sagt: “at føroyskt mál fekk savnandi upprunafrøðiligt skriftmál í 1846”. Hetta er ikki so. Í 1846 bleiv tað føroyska skrivtmálið latið í íslendska ortografiska spennitroyggju, sum líka síðandi hevur órógvað og distancerað føroyskt skrivtmál frá móðurmálinum (sjá niðanfyri standandi). Vánaligt íslendskt verður ongantíð gott føroyskt, søgdu teir gomlu.
SØGULIGT AFTURLIT
Chr. Matras
Chr. Matras skrivar í: “Det færøske skriftsprog 1846” Scripta Islandica 2, 1951. ”Det var således en bunden opgave, der blev stillet Hammershaimb, og i det store og hele blev det Jón Sigurðssons forslag der blev fulgt.” Henda islandificeringin við íslendskari ortografi var alt annað enn heppin fyri føroyska málið. Seinni bleiv naiv nationalisman tvinnað saman við málspurninginum, og tað gjørdi tað trupult at rætta tað skeiva upp aftur. Men hóast tjóðskaparliga orrustu, so samdust sjeymannanevndin í Føringafelagnum í november 1896 um eina moderata broyting í stavseting av føroyskum, nevnliga at rætta nøkur av teimum ortografisku misstøkunum sum gjørd vóru í 1846.
Broytingin og Jóannes Patursson
Broyting í stavseting skuldi lætta um tað føroyska skrivtmálið og eisini leggja tað nærri upp at tí føroyska móðurmálinum. Hj skuldi broytast til kj: hjá = kjá, hv til kv:hvalur = kvalur, rn til dn: barn = badn, ll til dl: fjall = fjadl bert fyri at nevna nøkur dømir, men broytingin vann ikki frama takkað verið misskiltum tjóðskaparkenslum. Sjeymannanevndin var annars mannað vit góðum fólki: V.U. Hammershaimb, Dr. Jakob Jakobsen, J. Hammershaimb, J.C. Olsen, Chr. Bærentsen, C.L. Johannessen og Fr. Petersen. Sambært Føringatíðindi 7. januar 1897 var Jóannes Patursson so illur um broytingaruppskotið, at hann segði seg úr Føringafelagnum. Sjeymannanevndin skrivar í somu grein:” Men okkum tikir tað óhugsandi, at ein so evnaríkur og hugagóður maður, ið hevur sínt tílíkan trúskap í málsakini, av so lítlum atvoldum skuldi kunna slept henni heilt ..” , og víðari skriva teir: “Vit hava tí góða vón um, at hann, tá ið mislindishugurin stidlast, attur vil taka við felagsarbeiðinum til frama firi tað gamla Førjamál.” Men Jóannes Patursson var ikki til at blíðka og við misskiltari nationalismu tapti tað føroyska móðurmálið aftur og noyddist enn einaferð at lata seg í tann fremmanda forna íslendska ortografiska kappan. At Bóndin ikki hevur hugsað seg um, síggja vit best í sanginum hjá honum yrktur til ein fólkafund 9. juli 1905 um málspurningin í barnaskúlanum: “Boðar tú til allar tjóðir”, ørindi 2: “Føroya mál á manna tungu / merkir: her býr Føroya fólk. / Slektir fornu og tær ungu / eyðkendu seg sum ein bólk, / ið helt fast við fedramál, / virdu tað av hug og sál, / gloymdu ikki ættarbandi; / byggja tí enn hetta landið.”
Broytingin hjá sjeymannanevndini var at halda fast við “Føroya mál á manna tungu og fedramál”, men tað vildi Bóndin ikki taka undir við í 1897. Bóndin er tí í andsøgn við seg sjálvan, tá hann 8 ár seinni yrkir, sum hann ger. Henda íslendska/føroyska tjóðskaparfløkjan hjá Bóndanum hevur havt sera óhepnar fylgjur fyri tað føroyska móðurmálið, og vit kenna sviðan av tí enn!
Heðin Brú
Okkara kendi rithøvundur Heðin Brú finst eisin hvassliga at fremmandagerðini av føroyska málinum. Í brævi til Chr. Matras dagfest í Havn 16/11-50 skrivar Heðin Brú millum annað: “Minst til at Føroyar eru ikki avstongdar longur. Tað hægsta vit fáa føroyingar til í máli í dag er at nýta “sítt egna mál”. Eg vildi ynskt at tú fatar meg her. Vit fáa aldri eitt páfunnið mál inn í Føroyum. Og hví koma við einum páfunnum føroyskum? Vit hava esperanto.”
Íslendskt og føroyskt eru sera ymisk sum mál. Íslendskt hevur havt væl definerað skrivtmál síðani miðøldina (keldur aftur til ár 1100), meðan føroyskt mál – upp á gott og ilt - mest hevur livað á manna munni fram til 1846, og harvið ment seg heilt øðrvísi enn tað íslendska. At lata føroyskt skrivtmál í eina íslendska spennitroyggju er ein feilur, sum vit áttu at rættað upp á.
Móðurmál - ynskimál
Tá Marianne Clausen skrivaði løgini til okkara kvæðir og fólkavísur niður, skrivaði hon tað sum hon hoyrdi, nær fær móðurmálið somu sømdir? Nær heldur móðurmálsliga happingin uppat í Føroyum? Tíverri hevur Hendrik Old, fyrrverandi løgtingsmaður, alt ov rætt, tá hann í fjølmiðlunum herfyri tosaði um (málsliga) prestastýrið í Føroyum.
Niðurstøða
Álitið er skrivað sum ein konsensus, men tað kann bert gerast við at ignorera tey, sum ikki hava somu fatan sum formansliðið. Man kann so spyrja: hví seta eina áttamanna nevnd tá tveir til tríggir selektivir limir kortini eru nóg mikið?
Nevndarálitið Málmørk er eitt puristiskt álit uttan atlit til føroyska móðurmálið:
Handlar ikki um móðurmálið
Ynskir at broyta vælfungerandi móðurmálsorð til reinsiføroyskt
Gevur onga heildarlýsing av støðuni hjá føroyska málinum
Spyr ikki hví føroyingurin er bangin fyri at brúka sítt nátúrliga móðurmál
Spyr ikki hví føroyingurin følir seg málsliga fremmandagjørdan
Spyr ikki hví føroyingurin dugur so illa at málbera seg á skrivtmálinum
Spyr ikki hví føroyingurin dugir so illa at stava.
Álitið er ov einstreingja til at kunna tryggja og menna støðið undir føroyska málinum. Føroyingurin er troyttur av puristiska málkoyrlinum. Nú er upp á tíðina at umboð fyri føroyska móðurmálið verða hoyrd. Í álitinum sluppu tey so ikki framat.