Tað smakkaði kanska onkrum landsliðsfjeppara minni væl, at Føroyar spældu javnleik 1-1 móti Lettlandi fyrr í kvøld, men nú man javnleikurin fara at gagnast rættiliga væl, tí hini bæði liðini í bólki 1 í Nations League D spældu eisini javnleik.
Dysturin millum Andorra og Malta í Andorra La Vella endaði 0-0, og hetta merkir, at Føroyar eru í einari góðari støðu á stigatalvuni undan dystinum móti Andorra á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45.
Føroyar eru oddalið við sjey stigum, Lettland hevur trý stig, Malta hevur tvey stig og Andorra hevur somuleiðis tvey stig.
Megna Føroyar at vinna á Andorra er útgangsstøðið til útidystirnar móti Lettlandi og Malta sera gott.
Besti spælarin hjá Andorra, Marc Vales sum spælir við Sandefjord í Noregi hevur aftaná gult kort í dystinum móti Malta í kvøld leikbann til dystin móti Føroyum á Tórsvølli, og tað skuldi alt annað líka merkt, at kreativi parturin hjá Andorra er skerdur uttan dugnaliga miðvallaran.
Týsdagin klokkan 17 tekur Lettland móti Malta í Riga, og kann ein aftur vóna javnleik har. Men fyrst og fremst skulu føroysku landsliðsspælararnir gera arbeiðið liðugt á Tórsvølli.











