12. partur
Lars Dyrløv Madsen, okkara høvuðskelda til hesa søgu um Poul Müller, hevur serliga kannað svartkalvaútflutningin hjá honum, og fyrri partur í hesi grein er ein samandráttur av tí parti av ritgerðini hjá Lars, sum serliga snýr seg um svartkalvan.
Sum víst á í seinasta parti var Poul frammanfyri sína tíð á ymsum økjum, sum við telefon og djórahaldi.
Hann var eisini undangongumaður innan vinnuliga økið. Hann royndi at senda heim til Danmarkar eina heila røð av vørum og framleiðslum, sum vóru hansara egna hugskot.
Tann mest væleydnaða av hesum framleiðslum var saltaður svartkalvi, men Poul sendi eisini fleiri aðrar vørur til ymsar stovnar í Keypmannahavn. Her vann Poul sær bæði pening og eitt gott umdømi.
Eitt serligt samband var harra Skyum, sum var arbeiðsformaður hjá Poul, tá ið hann arbeiddi í Keypmannahavn. Tá so Poul fekk starv í Grønlandi var tað natúrligt, at Skyum bað sín gamla vin útvega sær grønlendskar vørur.
Tað var Skyum, sum stóð fyri skipasambandinum millum Danmark og Grønland, tí var hann tann rætti maðurin at hava samband við. Hetta samband kundi so útvega teimum báðum eina eyka inntøku.
Poul fekk eisini vørur afturfyri úr Danmark. Sum frá leið fekk hann nokk so dýrar vanar, sum tað sást aftur í hansara keypi av víni og rúsdrekka. Til sínar føðingardagar skonkti hann ikki færri enn 11 sløg av likør til kaffi. Hetta gav eisini eina uppá seg stóra rokning.
Útflutti falkar og rýpur í dós
Tann 28. juni 1891 sendi Poul til Skyum eina nýggja framleiðslu. Hann vildi hava Skyum at kanna, um hetta var nakað, sum kundi seljast. Hetta var ein kassi av fjallarýpum í blikkum. Eisini sendi hann 25 livandi falkar at selja. Seks av teimum hevði Poul sjálvur fóðrað upp. Poul sendi eisini við ein hóp av dósarýpum sum fóður til falkarnar.
Hetta gekk ikki so væl, tí fleiri av falkunum doyðu á ferðini til Danmarkar..
Poul hevði brúk fyri peningi, so hann mátti royna nakað annað. Í 1892 sendi hann til Danmarkar einar 11 tunnur av svartkalva, sum hann biður Skyum selja fyri seg.
Nú byrjar svartkalvaævintýrið hjá Poul. Tað var ikki talan um nakra marknaðarkanning, so Poul visti ikki, um svartkalvin yvirhøvur kundi seljast. Hetta var vágið, tí útreiðslur hevði Poul undir øllum umstøðum av hesum.
Fyrsta árið eydnaðist sera væl. Prísurin sum fekst fyri tunnuna av svartkalva var 39 til 50 krónur. Hetta gav tilsamans kr. 1.546 eitt av fyrstu árunum. Av hesum skuldi Poul gjalda kr. 202 í farmagjaldi umframt útreiðslur av framleiðsluni. Tað var heilt fitt, sum leyp av.
Poul heldur fram at senda svartkalva til Danmarkar, har hann varð seldur til roykivirki. Men sum frá leið sendi hann til tveir móttakarar. Hin var Møldrup, sum Poul avloysti sum kolonistjóri. Nakað seinni sendir hann eisini svartkalva til fyrrverandi kolonistjóran Møller.
Samstundis sum Poul sendir svartkalva heim til Danmarkar, tilskilar hann persónar, sum skulu leskast við eini tunnu av svartkalva. Til skjals er eisini hópur av takkarbrøvum frá slíkum, sum Poul hevur veitt hendan beinan. Hann sendir eisini svartkalva til persónar ovast í toppinum hjá grønlendska handlinum. Hetta kann vera fyri at tryggja sær vælvild.
Men hann hugsar eisini um systir sína Sigrid í Jyllandi. Hon skuldi hava 50 krónur burturav. Tað, sum var eftir, skuldi gjaldast til vínhandlaran Fogt.
Onkrir trupulleikar hava verðið við Skyum, tí í 1894 sendir hann bert svartkalvan til nevnda Møldrup.
Fer eisini í holt við svartkalvalýsi
Í 1897/98 var Poul í farloyvi í Danmark. Tá hann kemur aftur til Grønlands, sendir Poul svartkalvan til ein Houlberg.
Nú fer Poul eisini at handla við øðrum lutum. Hann fær brøv frá eini røð av stovnum í Danmark, sum biðja Poul útvega sær ymiskt. Tað snýr seg millum annað um Zoologisk Museum, Zoologisk Have og Valby skúla, sum var ein miðstøð fyri at útvega undirvísingartilfar til lívfrøði. Umframt er tað eisini stjórin fyri KGH, Ryberg, sum hevur síni ynski.
Øll ynskja lutir úr Grønlandi at sýna fram, sum beinagrindir av ymiskum djórum umframt fuglar og djór, sum eru útstappað.
Tað vóru 14 koloniir og kolonistjórar í Grønland, men tað tykist sum at hesar áheitanir komu bert til Poul. Hann má hava havt gott orð á sær sum maðurin, ið kundi greiða slíkar fyrispurningar.
Nú sendir Poul eina heilt nýggja vøru á marknaðin, nevniliga svartkalvalýsi. Hetta verður selt á uppboðssøluni hjá KGH.
Orsøkin til lýsiframleiðsluna kann hava verið, at Poul hevði fingið innhandlað meira av svartkalva enn hann hevði kvotu til. So heldur enn at blaka svartkalvan í havið aftur ella at geva hundunum hann, varð hann bræddur.
Tað kann eisini vera, at svartkalvin varð blivin ov gamal at kunna virkast. Ein orsøk kundu eisini vera tørvur á salti. Poul hevði kanska fingið meira svartkalva, enn hann hevði fingið salt frá handlinum.
Men í hvussu er gav lýsið pening av sær.
Tað er eingin ivi um, at Poul hevur verið ein slóðbrótari at finna nýggjar møguleikar. Men fleiri av hansara tiltøkum góvu einki av sær sum falkarnir og dósarýpurnar. Hetta seinna komst eisini av trupulleikum at gera dósirnar tættar.
Var fyrstur við vinnuligum útflutningi av svartkalva
Tað er áhugavert at síggja, hvussu útflutningsmongdirnar og talið av útflytarum øktist gjøgnum 1890-ini.
Hetta er tó eitt sindur ringt at gera upp, tí nøgdin verður gjørd upp í tunnum, og tær eru ymiskar til støddar.
Tað er í 1892, at Poul fyrstu ferð sendir svartkalva heim við sølu fyri eyga. Eitt sløð hevði verið sent heim úr Grønlandi frammanundan, men tað var mest sum tinganest til kenningar í Danmark.
Í 1892 verða sendar 10 tunnur, innvigingarvektin er 1.303 kg. Tá Poul fer til Danmarkar í farloyvi kemur útflutningurin í Jakobshavn upp á 11.813 kg. Í 1899 er nøgdin 12.867 kg. Tá vóru útfluttar 213 tunnur av saltaðum svartkalva frá Jakobshavn.
Tað árið Poul er í farloyvi verður framvegis nógvur svartkalvi sendur til Danmarkar. So væl hevur hann dugað at læra frá sær.
Niðurstøðan er, at hóast Poul ikki var tann fyrsti at útflyta svartkalva, so var hann tann fyrsti, sum útflutti størri mongdir í fleiri fylgjandi ár. Í dag er svartkalvi ein munandi veiða í Norður Grønlandi.
Eitt tað seinasta árið hjá Poul er innkeypið komið upp á 22.220 kg.
Tað var eitt stórt fall í svartkalvaútflutninginum um ta tíðina Poul doyði. Men seinni kom hann munandi upp aftur. Í 1905 var innkeypið 27 tons.
Øll hesi tøl ljóða kanska ikki so stór. Men Jakobshavn var tá eitt uppá seg lítið pláss, har tað bert vóru upp til 7 bátar, sum avreiddu. Upprunaliga var veiðan bert til egna nýtslu, men nú fekst í hvussu er nakað av pening burtur úr.
Útflutningurin hjá Poul Müller av svartkalva var nógv størri enn útflutningurin frá øðrum kolonium.
KGH setti í 1896 kvotu fyri tær ymsu koloniirnar. Her fekk Jakobshavn eina størri kvotu enn hinar. Orsøkin fyri hesum var, at tað var so nógvur svartkalvi at fáa á hesum leiðum. Eisini man tað hava talt, at Poul hevur tryggjað »søgulig rættindi.«
Poul fekk rættiliga nógv burtur úr. Inntøkan hjá honum av svartkalvanum var eitt ár um 6.500 krónur. Til sammetingar kann sigast, at ársinntøkan hjá honum frá KGH var um kr. 3.500, sum eisini var ein góð løn.
Nógv brøv til Poul
Í brævasavninum hjá Poul Müller er ein hópur av brøvum eisini frá kenningum í Danmark. Tað er áhugavert, at tað bar til at hava eitt so virkið samband við so nógv fólk so langt burtur, sum Danmark var tá.
Her skulu verða endurgivin nøkur brot úr brævi, sum Poul fekk sendandi frá einum sambandi í Danmark. Hann eitur Anthon til fornavn, men eftirnavnið er illa lesandi.
Brævið er skrivað í juni 1901:
Kære Ven,
Naar De modtager nærværende Brev, haaber jeg, at »Tordenskjold« har været med det Salt, som De saa meget har manglet.
Vi kan jo desværre ikke holde Dem forsynet hverken med Tønder eller Salt, hvorfor De endelig om Efteraaret maa rekvirere saa rigeligt, at De er sikret mod Mangel. Herom vil Pakningsforvalteren udtale sig – det er ikke mangel paa god Vilje hos mig.
Det glæder os særdeles at erfare af deres venlig Brev med Foraarsposten, at De befinder dem godt.
Det maa have været oplivende for Dem, at De har haft musikalsk Underholdning. Intet er saa velgørende for Sindet som det at høre god Musik.
Det var jo kedeligt, at De saaledes skulde mangle Blikdaaser til Ryperne, thi det er jo fortræffelig Spise. Men »Tordenskjold« bringer nu de savnede Daaser, og jeg beder Dem derfor meddele mig, om de ønsker Daaser udsendt næste Aar, og i bekræftende Fald hvor mange.
Det er mærkeligt, saa klart Børnene bevarer Dem i Erindringen, men det kommer nok af, at min Kone og jeg saa ofte i de lange Vinteraftener kommer at tale om Dem og om, hvornaar De antagelig tager hjem for bestandig. Lad det blive snart eller om længere Tid: Hos os vil de altid finde et Hjem, hvor de er velkommen!
De spørger, om der ikke er sket nogen Forandring i Regeringen: Endnu ikke. Kongen er rask og rørig. Men vi faar nu uden Tvivl et Venstreministerium eller dog et blandet Ministerium, thi Højre tabte jo saa mange Pladser ved sidste Valg til Folketinget, at Partiet er umuligt som Regeringsparti.
Direktøren (fyri KGH) synes at være sejlivet. Ingen ved, hvornaar han agter at takke af.
Hvad Hellefisk-Spørgsmaalet angaar tror jeg ikke, at der sker nogen Forandring foreløbig de første Aar. Fisken kan næppe eksporteres og navnlig ikke til høje Priser. Jeg solgte jo i Fjor noget af Deres Hellefisk til en ganske ny Kjøber, da Røgmanden betænkte sig for længe. Denne Mand skulde ikke købe for egen Regning, men for et Firma i Udlandet, og Fisken blev ogsaa udskibet.
Jeg spaaede ham ikke det bedste Held med Eksperimentet, der sikkert ogsaa er mislykket, thi jeg har hverken før eller senere set Manden. Jeg har i Aar solgt Fiskene til Røgmændene, og agter ogsaa fremdeles, saafremt de ikke forsøger at trykke Prisen, at holde mig til dem.
Men som jeg skrev med Foraarsposten: De behøver næppe tiere at mangle Købere, saa længe jeg har med Fisken at gøre.
Resultatet fra forrige Aar er forhaabentligt nu i Deres Hænder, det blev jo ikke saa ganske magert.
Jeg skal nok sende Dem de rekvirerede Ting, dog ikke Wiener Akvavitten, som efter kompetente Udtalelser er noget Humbug.
Jeg ser mig desværre ikke i stand til at skaffe Dem Hønsefoderet fragtfrit op, medmindre der medfølger Dyr, som skal fodres dermed.
Til Slut de venligste hilsener til Dem fra min Kone, Børnene, Ass. Munch, Pladsens folk og deres hengivne Anthon....
Hetta var Müllersøgan
Hetta er eitt áhugavert bræv, sum bæði lýsir ein part av vinnuliga virkseminum hjá Poul og lýsir hansara privata samband við vinir, sum hann hevur vunnið sær i sínum arbeiði.
Men alt hetta fekk brádliga enda, tá ið Poul doyði seinni í 1901.
Í nevndu ritgerð verður róð uppundir, at tað var peningatrot, sum fekk Poul at fara undir hetta virksemið. Men hetta broyttist í hvussu er sum frá leið. Beint áðrenn hann doyði, fíggjaði hann skip í Føroyum. Foreldrini hjá honum doyðu seinast í 1800-talinum, og sum skilst var fitt av arvi eftir teimum.
Hetta er so seinasti partur í hesi søgu um Müllerfólkið í Havn, sum kann sigast at hava verið ein megnarætt, sum hevur sett stór spor eftir seg í Føroyum.
Tað finst tó nógv meira tilfar. Í hesi røð eru nærum bert tikin við tey brøv, sum Poul hevur fingið frá føroyingum.
Tað eru enn fleiri brøv, sum hann hevur fingið úr Danmark og frá viðskiftafólki í Grønlandi, og sum eisini eru áhugaverd.
Í donskum søvnum finst eisini tilfar hjá Poul og hjá pápa hansara H.C. Müller. Men hetta krevur tó eitt størri granskingararbeiði.
Sjálvur havi eg verið hugtikin av hesum fólkum. Tí hevur tað verið ein stuttleiki at hava kunnað skrivað so frægt av hesi søgu, sum tað ið er komið fram í Miðvikuni og í røðini Hendur, ið Sleptu.
Komandi partur
Í ár eru 70 ár liðin, síðan 2. veraldarbardagi rakti okkum, og tað eru 65 ár síðan, at bardagin var av. Hesi fimm árini kostaðu meira enn 200 føroyskum fiski- og sjómonnum lívið. Nú tað nærkast Minningardegi teirra sjólátnu 1. november fara vit at hava frásøgnina hjá Malmberg Simonsen um Tór 2, tá 18 fiskimenn doyðu og 3 vórðu bjargaðir